Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2017

Ungur nemur, gamal fremur!

The British Educational Training and Technology Show, ella bara The Bett Show , er ein árlig sølustevna í London, har nýggjasta kunningartøkni hevur verðið sýnd fram fyri skúlum og undirvísarum síðan 1985. Tað var Elinborg hjá Atlantsflogi, ið førdi okkum til Keypmannahavnar, har Norwegian fleyg okkum víðari til Gatwick í London á Bett Show týsdagin. Fyrsta eyðkenni eftir lending á bretskari jørð eru gulu strípurnar og eins gulu stavirnir á tokstøðini um at ansa sær fyri gapinum , to mind the gap, millum tokið og jarnbreytarpallin. Fyrstu ferð eg var við á Bett sølustevnuni varð hon hildin í National and Grand Halls í Olympia. Ein intens sølustevna í tveimum hæddum og í elligomlum karmum, sum høvdu eina avgjørda viktorianska sjarmu. Men í 2013 flutti The Bett Show til nýbygda býarpartin í hinum endanum á London, The Docklands, har ExCeL Centre, sum Abu Dhabi National Exhibitions Company eigur, nú er karmurin. Ikki bert til hesa framsýning, men framsýningar alt árið í k...