Leygardagin klokkan fýra læt Kristianna Norðoy upp gallarí í góðum og ljósum hølum í Hedebygade 2 í Keypmannahavn.
Gallery Norðoy er heitið við skrásetta frámerkinum kunsthandel og gallerivirksomhed, sum 43 ára gamla Kristianna rekur einsamøll. Á fyrstu skránni, nú lætið varð upp, eru málningar og tekningar hjá pápanum, Amariel Norðoy (f.1945).
Bergur Jacobsen, pensioneraður prestur, helt røðu fyri teim mongu møttu, og hugleiddi um bátasmíð í Klaksvík, har Amariel fyrst fekk útbúgving sum skipstimbrari, innan hann í 1977 fór á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har hann leyk útbúgving í 1983.
Bergur legði dent á, at júst Hedebygade hevði verið barndommens gade hjá Kristionnu síðan 1980, tí her hava foreldur hennara íbúð, og her var tað, at Tove Ditlevsen (1917-1976) varð fødd í nummar 30A.
Amariel er enn sum áður intensur og litríkur við eyðkenda deksbátinum Norðan mitt fyri í málninginum, sum eisini kann flytast til Havnar við reyða Tinganesi fremst fyri og Vesturkirkjuni upp móti luftini aftast í kompositiónini.
Kristianna, sum býr á Amager, er mamma at trimum børnum, og gongur høgt uppí at ansa hundum. Ein føroyskan hund hevur hon við til framsýningina. Higartil hevur hon verið køksleiðari á einum matskúla, men nú halgar hon seg gallaríverkseminum. Kristianna hevur fingið vinkonur at hjálpa sær við fyrstu framsýningini í Gallery Norðoy. Her tosar hon við Maluna Eyðunsdóttir um sang og tónleik, sum skal byrja hvørja løtu.
So bjóðaði Amariel sjampanu - og høvið at skoða málningar, tekningar og og gallarígestir!
Nógv fólk var møtt til fyrstu framsýningini í Gallery Norðoy og Kristianna var sjónliga fegin um undirtøkuna.
Og innan vit fara avstað minnir ein brosandi Amariel okkum á telefonnummarið:
So takka vit fyri okkum og fara oman í barndommens gade, Hedebygade, og finna fyri endanum adressuna, har Tove Ditlevsen varð borin í heim.
Skava vit eitt sindur í kavanum framman fyri nummar 30A, so koma orðini hjá Tove Ditlevsen til sjóndar.
Niðan eftir Enghavevej síggja vit fyrst skeltið hjá lokalu gravarferðarhjálpini, sum setur barndommanes gade í ein heilt serligan karm í hesi aldrandi gøtu, har eg elski at skoða tey bogaðu íbúðarhúsini, ið enn hava fingið loyvi at standa.
Hesumegin rundleittu húsini eru kronglutir bakgarðar, sum hava sæð betri dagar, og tí heilt vist mugu lúta fyri streymlinjaðum framburði, ið verður fostraður á búskaparligum og menniskjafíggindaligum arkitektaborðum.
Hesar anarkistisku sniðgøtur leiða okkum til ein sokallaðan klubba, sum vindur og dregur úr einum klaveri hjá Tove Ditlevsen frá 1940, og sigur seg vera stammvertshús hjá fremsta danska yrkjara.
Í hesum ótrúliga umhvørvi, sum yvirhálar hugtakið kitsj, bestilla vit eina Newcastle Brown Ale á kannu. Av vegginum mitt fyri hyggur ein katólsk Maria moy undir handilsliga heitinum Heineken.
Vit verða so freistaði av umhvørvinum, at vit gera eins og gestirnir við grannaborðini og bestilla kjøtrættin, sum er á matskránni. Tað er sum at vera til kirkjuliga konfirmatión við kókikonum langt áðrenn Heini fann uppá sendingarnar við Guð signi Føroyar. Tað er sum Poul Bundgaard sjálvur hevur borið stálfatið inn á dansktpuntuta dúkin og syngur Tak er kun et fattigt ord. Meðan vit lurta og blaða í yrkingunum hjá Tove, lata vit borðmydina standa eina løtu.
Nú eru vit heilt betikin av bakgørðum, fyrst niðan eftir Enghavevej, og so til høgru oman eftir Vesterbrogade. Fram við so eksotiskum nøvnum sum Kiin Kiin Bao Bao og Al-Diwan, renna okkum aftur í eitt op, sum førir okkum frá kontinentalu handilsgøtuni til ein bakgarð, sum neyvan hevur nógvar dagar eftir á tekniborðinum.
Og skulu vit á vesið, so ber til at bíða í gomlum biografstólum, um alt er upptikið. Guð er í smálutunum. Djevulin í heildini. Men kanska samstarva teir báðir.
So fara vit í Værnedamsvej sum so ofta fyrr. Her eru eksotiskir smáhandlar fyri hundaeigarar og blomsturbindarar.
Handilin Blomsterskuret hevur Martin Reinicke, sum eg einaferð interjúvaði fyri Alt for damerne.
So fara vit í næstu hús í somu gøtu, sum eru Granola. Her fáa vit seinasta kokkteyl í býnum, sum er Scandinavia rocks við gin, agurk og pipar. Seinasti night cup er úti hjá Elisabeth í Brønshøj. Góða nátt!