Skip to main content

At flúgva undir radaranum fyri at gera størstan skaða

Carla Sands tosar við Norðlýsið

Tá sitandi amerikanski forsetin kom til, var ein av fyrstu uppgávunum at vera borðstjóri fyri pressuni, sum skuldi hava árliga døgurðan. Heldur enn at møta svongu amerikansku pressuni, fór Trump úr høvuðsstaðnum og setti seg at tvittra við hundrað og fjøruti teknum. Ikki við pressuna, men við tvitrum til grundsubstansin í tjóðini, fólkið, “we the people”, sum júst hevði tikið hann í eið. Tá helt eg tað vera eitt bæði stuttligt og fólksliga sniðfundugt átak at avmontera pressuna við eini simplari fartelefon, seta hana, pressuna, á eitt sjálvforherligandi síðuspor á einum døgurðaborði, og so spæla uttanbíggjarpressa og fólkslig tíðindastova alt í einum, til eg kom eftir, at hesi hundrað og fjøruti tvitritekn vóru samlaða orðfeingið og loftið fyri øllum teim retorisku snildum, sum sitandi forseti – remember he is a real estate agent – hevði. Samstundis kom eg eftir, at meira skal ikki til at fáa innara svínhundin á tal, í hvussu er hjá hvíta byrsuafturhaldinum, sum í okkara terminologi er trúgvandi og av onkrari orsøk, sum ikki kann lesast um í Bíbliuni, ger alt fyri at flyta okkum aftur í kalda kríggið, sum ikki varð kaldari enn so, at alt, ið sambært McCarthy ikki tænti tjóðini, varð brent á fyrisitingarligum báli og lýst í bann sum í miðøld, hóast hetta fór fram í Nýggja Heiminum, The Land of the Free, miðskeiðis í farnu øld, beint áðrenn Elvis. 

Henda snildisliga atferð at flúgva undir radaranum fyri at gera mest møguliga skaða, er hin sama nú amerikanski sendiharrin í einum grannalandi, tey rópa Dammark, er komin higar í koloniina uttan innbjóðing sambært Heðini og Høgna í uttanlandsnevndini, at vitja næststørsta býin, næststørsta útvarpið og ein kirkju, sum eg á Facebook síggi er Betesda og ikki fólkakirkjan. Alt tað etableraða verður bypassað. Koyrt, siglt og flogið verður uttan um tað etableraða í høvuðsstaðnum. Bara fyri at ítaluseta tað forsmádda, sum javnan savnast at syngja um, at einki er sum maktin í teim samanløgdu hondum, foldaðum sum í bøn.

At gnadda upp at valdinum, tað er taktikkurin hjá Trump og hansara fylgisveinum, og so at rýma og skriva seg út úr øllum ábyrgdarfelagsskapi, passar tað ikki til løtuna hjá lúnuta forsetanum, The Real Estate Agent, fær hann ikki í stundini alt, sum er á borðinum, akkurát sum Amerika nú ger í Heimsheilsustovninum. Tey halda seg vera sett til viks øll hesi ár, og nú skal síggjast aftur, at tey eru komin til maktina, hvíta misnøgda afturhaldið í nýggja heiminum, sum ikki er sloppið til orðanna.
 
Sami retorikkur hevur upp í saman verið hoyrdur her heima. Tað skal síggjast aftur at vit eru komin til valdið. Og sami hugburður og forsmádda persónfikseraða makt ikki bara hómast men rungar og ekkóar millum fjalla norðan úr Klaksvík, nú Menniskjaflokkurin kunnger at í Havn skulu Bústaðir ikki fáa eina takrennu til jørðina, men bara í Kalsoynni, har eingin vil búgva. 

Hvar kemur hetta Havnarhatur úr Klaksvík frá? Og hví er so lætt at fáa Klaksvíkina á tal hjá einum fremmandum gesti, sum í samrøðu við Norðlýsið, ikki bara ávarar um, at hann er A Real Estate Agent, men eisini ávarar um russiskar spiónir umborð á ísbrótarum í Arktis í dag, kriminell úr Meksiko og kommunistar úr Kina? 

Verða klaksvíkingar úr Betesda brúktir sum lopfjøl hjá krígssinnaðum amerikanarum at sleppa inn í tann partin av globusinum, sum Føroyar hvørki so ella so eru partar av, men sum danskt stýrda heimssamfelagið í Føroyum nú kallar Arktis og revisjonistiskt sigur, at Føroyar de facto eru innlimaðar í?

Er tíðin kom til at taka føroysku sunnudagsskúlasangirnar frá ísakalda krígnum fram aftur, innan teir renna út í norðanættina? Vóru tað ørindini hjá frúnni Sands, sum við sandósan har norðuri slapp at brúka okkum sum statistar, we the people?

PS! Havi skilt, at frú Sands eisini var í Christianskirkjuni. Hon er vøkur, tann kirkjan.