Skip to main content

Tá tjaldrið kom...


"When Tjaldur Came This Summer" er arbeiðsheitið á einum filmi, sum pólski Kuba Witek ger í Føroyum í hesum døgum. Hann er av Warszawa-leiðini í Póllandi og hevur verið í Klaksvík síðan í januar, nú hann fyri fimtu ferð vitjar her.

Heitið á heimildarfilminum er frá Livari Nysted og sipar til, at í ár var eingin, ið heilsaði tjaldrinum vælkomum, tí landið varð rakt av koronasmittuni og mest sum alt varð stongt og eingin sást úti. Lidni filmurin, sum vónandi verður vístur í september, fer at byrja úti í Skúgvi við eini søgu um svartadeyða, sum Inga Tórarenni fortelur um.

- Meðan filmar um koronasmittuna og koronastongsil uttan úr heimi eru depressivir og vísa á ógvusligar sosialar skeivleikar, verður føroyski filmurin um sama evni meira positivur og kanska beint fram optimistiskur, sigur Kuba Witek, meðan hann ger klárt at taka upp í Havn í dag.


Hann brúkar Black Magic 4K kamera og hevur fyrr gjørt filmin "The Faroe Way", har hann tosaði við póllendingarnar Kingu Eysturland, Ewalinu Joensen og Klaudiu Borowiec, sum allar búgva í Føroyum.

Vit skiftu orð um ferðavinnu, miðlar, heimsmálini hjá ST og føroyska tankan um fullveldi, sum er fjarari enn nakrantíð, nú danskir myndugleikar hava traðkað í karakter, sum er teirra fulli rættur, fyri fyrstu ferð í mínari tíð, at definera landamørk, sum í roynd og veru eru donsk, og áseta, hvør ræður, tá tú fert um landamarkið, sum ikki er so føroyskt, men er reint danskt mál, og sum eg haldi verða størsta afturstig fyri føroyska tankan um eitt framtíðar fullveldi. Tað fekk koronasmittan undan kavi og skolaði upp á turt, spyrt tú meg.

Onnur fólk, sum Kuba Witek tosar við í Føroyum í sambandi við filmin eru Kristina Háfoss, Debes Christiansen, Shahin Gaini, Sveinur Tróndarson, Hans Andrias Sølvará, Livar Nysted, Hallur Joensen, Andras Sólstein, Jógvan Skorheim, Atli Suni Leo, Pætur Trónd Thomsen, Regin Jakobsen og fleiri.

Filmsverkætlanina, ið hevur fingið arbeiðsheitið "When Tjaldur Came This Summer" lýsir Kuba Witek soleiðis á enskum:

"The Faroe Islands are one of the few countries to cope with the COVID-19 pandemic relatively quickly and efficiently. For such a small, isolated population, the spread of the virus could have tragic consequences. However, thanks to effective action and a sense of collective responsibility, the number of infections did not exceed 200, only a small group of people were hospitalized and no fatalities have been reported so far. The possibility of analyzing COVID-19 tests on the archipelago itself, as well as using their own infrastructure and tools, played a very important role, thanks to which the Faroe Islands are at the forefront of countries that have tested the largest part of their population. Without a doubt, in the future, the pandemic in the Faroe Islands will be used for analysis and as an example of fast and effective action - and that is what I want to show in my film."