Skip to main content

Uppfinningarsamur morgunmatur


Nýggj gongd í summar er at dyrka morgunmatin, sum á enskum eitur breakfast, og víðka so mikið um hann og borðreiða eitt vet seinri, so vit nærkast lunch, døgurðatímanum, og tí borðreiða við brunch, so vit fáa bæði breakfast og lunch, sum orðabókin kallar miðmáli, og eg ikki kann taka í mín munn, miðmáli, sum máltekniskt verður settur á borðið tá døgurðatímin plagdi at verða. 

Men nú bert heilt fá í stórbýnum eru heima á middegi og enn færri hava døgurðatíma, tað er ein frítími frá arbeiði at eta døgurða heima mitt á degi, so fellur hin upprunaligi døgurðatímin burtur úr munnligu arbeiðarasøguni í Havn.

Síggi á blogginum, at í 2011 kemur orðið brunch fyri, tá vit hava ruddingardag í Tórsbyrgi. Árið fyri hevði eg etið brunch í nýopnaðu Áarstovu, har Jákup Pauli gjørdi matin og Kathy borðreiddi, og tvey ár undan, tað er í 2008, hevði eg roynt gospel brunch ein sunnudag í Harlem, New York.

Brunch er altso at víðka um morgunmatin, kanska við eini serstakari uppliving, sum henni í Harlem.

Heima í Bringsnagøtu, sum er markið millum gamla søgubýin úti á Reyni og Havnina, sum vit kenna hana í dag, er matstovan Katrina Christiansen farin at leggja seg eftir brunch í juli, nú koronastongsilin er um at sleppa takinum á niðurbundna býarlívinum. Myndin omanfyri er frá brunch hjá Katrinu 10. juli.

Millum klokkan hálvgum ellivu og hálvgum trý bjóða tey eina ørgrynnu av smárættum, ið møta nútímans brúkarakrøvum sum at verða veganskir og uttan gluten. Tjúgu rættir eru í at velja, og tú kanst seta saman eina skrá við fimm ella sjey smárættum, sum kosta ávíkavist 149 ella 179 krónur.

Smakkurin er góður, serliga lítli bollin við tríkornagreyti, til høgru fremst fyri á myndini omanfyri, og reyða djúsið úr melón og agurk. Einasta mær ikki dámdi var stokti soppurin aftur við egginum. Í hesi samansetingini skal rindast fyri baksturin, sum var hann ein rættur fyri seg. Sama er galdandi fyri djús og kaffi, og samantalt verður tað ov nógv.


Umami, sum er í maritima umhvørvinum undir Bakka í Vágsbotni, bjóðar eisini brunch um somu tíð.

Sum sæst á myndini omanfyri, verður alt borðreitt á einum borðiski til tín við djúsi, og so kaffi, breyði og smøri so nógv sum tú vilt hava uttan eykarokning.

Tú sleppur undan tí gimmick, sum er at fylla út ein seðil við akkurát tínum ynskjum, og ert fulkomuliga í hondunum hjá kokki og servering. Tað dámar mær munin betur, ikki bara tí at tað er persónligari, men eisini tí, at tað er ódýrari, tilsamans 169 krónur og ikki meir, samanborið við 149 ella 179 krónur umframt 30 krónur fyri kaffi og 49 krónur fyri djús, og at breyð í førunum hjá Katrinu er ein eind, ið rindast skal fyri.

Síggja vit burtur frá prísmuninum, stendur eftir ein borðiskur, ið professionelt er settur saman til mín hesa middagsløtu í Umami. Kann verða at júst henda persónliga tænasta í hesi intimu kafé við bryggjuna elvir til, at henda borðreiðing smakkar mær betur enn hin, har eg sjálvur skuldi velja, dag um dag í sama býi.

Havnin er ein kosmopolitiskur býur, ið nú ger seg kláran at møta ferðafólki á einum tiltalandi góðum og individuellum støði. Og tá vit nevna ferðafólk sum málbólkur, skal eisini havast í huga, at í ár eru vit mong, sum ferðast í egnum landi.

Er veðrið til vildar, er brunch ein frálík uppliving og byrjan hjá teimum, sum vilja fara ein túr út á dagin. Ert tú í bili, so er lagamanni at koyra til eina bygd, har brunch kann njótast næsta dag. Brunch er eitt nýtt støði at síggja og uppliva landið.

Ovara myndin sýnur brunch hjá Katrinu og niðara myndin sýnir brunch hjá Umami 7. juli í ár.