Í dag sendir Leiklistafylkingini 2020 út tíðindaskriv, har
tey mótmæla repeterandi stjórasetanina á Tjóðpalli Føroya, sum fyri hálvum ári
síðan varð staðfest fyri fjórðu ferð. Tá tóku tey seg saman í søguliga stóru fylkingina
av føroyskum yrkisleikarum.
- Stjórastarvið á Tjóðpalli Føroya er eitt av hægstu størvum
innan listarliga økið í Føroyum, sigur Leiklistafylkingin, sum fevnir um 22
føroysk yrkisleiklistafólk og 6 fríyrkisleikbólkar.
Talsfólkini hjá Leiklistafylkingini eru Búi Dam og Gunnvá
Zachariassen.
Skeiðið hjá Leiklistaráðanum er úti í morgin, og fylkingin
av yrkisleikarum er í tíðindaskrivinum ikki fegin um avrikið hjá Ráðnum.
- Síðani stjórasetanina hevur Leiklistafylkingin lagt síni
sjónarmið fram fyri Leiklistaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, við
grundgevingum fyri, hví vit mótmæla. Nú, hálvt ár aftaná setanina, er ongin
loysn at hóma í málinum, og tí sendir Leiklistafylkingin hetta tíðindaskrivið
út. Vit meta ikki, at tað er leiklista fakliga forsvarligt, at sami stjóri skal
mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í 20 ár. Við at endurseta stjóran, velur
Leiklistaráðið ikki at lurta eftir meginpartinum av yrkisleiklistafólkunum, og
skapar soleiðis eina álvarsliga kreppu á leiklistaøkinum, sigur
Leiklistafylkingin í tíðindaskrivinum til almenningin í dag.
- Vit undirritaðu mótmæla, at Leiklistaráðið ikki virðir
áramálssetanina í lógini, og fyri fjórðu ferð hevur sett sama stjóra á Tjóðpall
Føroya.
Yrkisfólkini, sum skriva undir mótmælið hjá
Leiklistafylkingini eru Sámal Blak, Jón Mc Birnie, Barbara Christophersen, Sóley
Danielsen, Búi Dam, Egi Dam, Petur Meinhard Ellebye, Kjartan Hansen, Vár
Berghamar Jacobsen, Annika Johannessen, Olaf Johannessen, Birita Mohr, Sofía
Nolsøe, Bárður Persson, Búi Rouch, Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen Ougaard, Gunnvá
Zachariasen, Durita Dahl Andreassen, Marita S. Dalsgaard, Mariann Hansen og Ria
Tórgarð.
Leikbólkarnir, sum skriva undir mótmælið hjá
Leiklistafylkingini eru Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010, GUT//Productions,
stovnað í 2015, InTime Teater, stovnað í 2014, Leikhús Skift, stovnað í 2005, Teatur
Grugg, stovnað í 2009 og TVAZZ, stovnað í 2006.