Í nýggja heimildarfilminum #Unfit: The Psychology of Donald Trump meta amerikanskir sálarfrøðingar og sálarsjúkulæknar í 83 minuttir um støðuna hjá republikanska forsetanum, Donald Trump, nú forsetavalið er í hondum og hann stillar upp í kapping við demokratin Joe Biden.
Niðurstøðan hjá sálarfrøðiliga pallborðinum, sum gaman í er professionelt, men eisini letur seg brúka í amerikansku sirkusmaskinuni, er, at sitandi forsetin, Donald Trump, er plágaður av fleiri sálarligum líðingum. Serliga ringur er hann av narsissismu, malignant narcissism, sum journalistar ikki fortelja okkum um í dagliga tíðindastreyminum.
Tí er hesin ávarandi filmur gjørdur, eins og aðrir heimildarfilmar, ið hava funnið vegin inn í biografarnar seinastu árini, og nú eisini til allar gjaldtænastur á netinum, at finna eitt fólksligt samband og fatanargrundarlag við síðuna av journalistikkinum, sum ikki røkkur í hesum máli.
Dan Partland, ið saman við øðrum hevur gjørt filmin #Unfit: The Psychology of Donald Trump, sigur: ”We interview mental health professionals, who discuss the disorders, why they feel the danger is now exacerbated, and why they believe that for them to NOT warn the public at this juncture would be an abdication of professional responsibility”.
Heimildarfilmurin um amerikanska forsetan varð frumsýndur á filmstevnu í München 7. mai og í amerikanskum biografum 28. august. Síðan hevur filmurin verið sýndur on demand á øllum gjaldtænastum á netinum.
Fleirfalt virðislønti filmsleikstjórin, Rob Reiner, ið eisini er demokratur, politiskur aktivistur og av jødiskari ætt, sum ikki er uttan týdning í amerikanskum kjaki, mælir øllum til at síggja nýggja heimildarfilmin um Donald Trump: