Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar. Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napal...