Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2021

Hóast disputed er Føroyar heimsins nalvi

Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die . Men eins og eg fyrr havi sagt, so ørkymlar tað meg, at nýggi óslípaði gimsteinurin í Norðuratlantshavi, Føroyar - sum er í harðari locationkapping við Írland og Strandanoreg - verður borðreiddur og serviseraður av íslendska True North , og ikki einum framleiðslu- og locationfelag, sum í størri mun er staðbundið, og hevur eina játtan ikki bara at liva av, men støðugt at skapa ekspanderandi kreatiónir og møguleikar, sum draga framleiðslufeløg higar, og sum frá líður eisini fleiri og fleiri fólk í biograf, sum aftur er eitt skiftandi hugtak millum real life sitistovur og stroyming. Tí greitt er, ikki minst á Netflix beint nú, har røðin Start-Up peikar beint á Føroyar, skalt tú í fiktiva univer...

Børnini tapa í øllum kríggi

Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki. Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark. Bumbað av misgávum Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg.  Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum.  Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.  Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hend...

Føroyar í amerikanskum optikki

Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops .  Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. He...

Góðar sendingar

Hvat er tað, sum ger at summar sendingar verða fataðar sum góðar og aðrar ikki?  Spurningurin kom til mín longu meðan eg sá fyrstu sjónvarpssending hjá danska vertsparinum Anders Agger og Anne Hjernøe, har tey ferðast í Norðurlondum í seks pørtum frá grønlendska innlandsísinum til russiska markið, sum DR lýsir sendirøðina, ið spælir uppá, at einaferð vóru vit eitt ríki, Kalmarsamgongan, í somu viku sum leikstjórin, Charlotte Sieling, sjálv greiðir frá um biograffilmin um Margretu hina fyrstu mitt í Havn. Eftir at hava verið dømt úti í mong ár, hevur tað norðurlendska aldri verið meira kul enn tað sama.  Eitt gamalt og siðbundið evni, tað æviga fólksliga norðurlendska, sum politikkur og stokkutar verkætlanir hava bundið niður og gjørt alt fyri at taka lívið av, men ikki letur seg binda niður, fólksligi norðurlendski andin.  Tey bæði, Anne og Anders i Norden , gera longu í fyrstu sending tað best eydnaðu sjónvarpsroyndina, eg minnist meg havi sæð, at lýsa eitt Norðurland ...

Myndir lúgva altíð

"So skjótt tú hevur trýst á knøttin, hevur tú skapt eina lygn". Soleiðis segði myndamaðurin, tá hann í summar hevði funnið ein góðan vinkul at avmyndað eitt aldargamalt, tugt og tanlað evni.  "Hetta var mín redigeraði sannleiki, tað er myndin prógv um, hon er her og kann ikki afturvísast", segði hann vælnøgdur við grindadrápsmyndina, sum nú kundi fara í ringrás í altjóða pressuni.  At etableraða heimspressan, og ikki bara ágangandi áhugabólkar, veruliga eru heimsins terroristar, fekk eg eina óvantaða fatan av í morgun, tá greitt varð frá um, at nú kunnu fleiri enn tíggjutúsund arbeiðarar koma til Bretlands at slakta kalkun til bretska jólaborðið við einum lagaligum fyribilsvisa. Annars fáa tey einki at eta, bretsku húskini. Tað er tó ikki tað mest áhugaverda, visalagaligheitin. Úrvalda myndin, sum BBC brúkar í morgun, er tað áhugaverda.  Heldur enn at vísa eina endaleysa røð av slátursklárum bretskum kalkunum, ið hava sum lívsmál at verða dripnar, er ein mynd av ein...

List í móðurmálsbókum

Ein rúgva av bókum eru komnar út í Námi í ár, serliga í rokning, men nú eisini í føroyskum við bókarøðini Nem, har tilsamans tólv bøkur eru komnar út, nú tann røðin er komin á mál. Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi. Bókarøðin Nem, sum er til miðdeild í fólkaskúlanum, tað er 3.-6. flokkur, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum. Røðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti.  - Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið. - Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar. Gunvá og Marjun hava verið í pe...

Loysnin er at ala springarar

  Aldri áður hevur størri split verið millum politiskar, vinnuligar, religiøsar, fyrisitingarligar og starvsligar fraktiónir í landinum.  Ein politikari, sum er valdur til eitt útlendskt ting, hevur í seinastuni tvíhildið um bibilsku orðini hjá Markusi og Lukasi, sum í báðum týðingunum er greið:  ”Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.” Tá man hoyrir nútíðar breyðpolitiska setningin: ”Tað skal síggjast, at vit eru komin til maktina”, freistast man til at siga, at tað er sjálvt málið at skapa split, bara fyri at markera seg sjálvan í sjónligheitskampinum um at tekkjast veljarum og viðhaldsfólki.  Aldri áður havi eg upplivað eitt so polariserað samfelag sum okkara beint nú.  Springarar skulu ikki drepast, tí teir liva í Guds fríu natúru. Í staðin skulu vit keypa kjøt frá einum avtalaðum bónda í Nýsælandi, senda kjøtið higar við bíðandi konteynarum og keypa tað liðugt pa...

Til lukku Skál!

Føroyski heimildarfilmurin Skál hevur vunnið sína fyrstu virðisløn, New Nordic Voice fyri heimildarfilm, á árligu filmstevnuni Nordisk Panorama, sum fyrr ferðaðist, men nú hevur funnið frið í Malmö, har hon hevur verið í 32 ár, filmstevnan.  Til lukku! Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum: This excellent film is simply full of beautiful moments between two young people who express themselves through music and poetry. This film is the purest expression of a cinematic idea, and it has a wonderful spirit of freedom and love. Mær dámdi væl filmin, tá eg sá hann í Havnar Bio saman við fulsettum sali. Tað var ein heilt serlig uppliving, sum aldri kemur aftur. Tað er bara í heimligum biografum, at tílíkt sæst, hoyrist og merkist. Tí er tað, at filmar skulu síggjast í biografinum.  Vónandi fáa framleiðararnir sítt burturúr, tá filmurin nú kann stroymast á Filmstriben eins og hann kundi frumstroymast á CPH:DOX. Tí nú er hann deyður í biografinum. Tað haldi eg vera spell. Eisini at ein ...

The Optics of the World

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab, kom til Føroya í dag at hava ein workshop kring landið við fotografum, sum vóru komnir higar at vera í eina viku. Tíggju ár eru liðin síðan hann fyrstu ferð var her, eftir at hava hoyrt um Føroyar í Íslandi. Tá kendi ongi av hansara vinfólkum Føroyar. Í dag er annarleiðis. Øll kenna Føroyar.  Tí skeyt eg upp at vit skiftu orð um springaradrápið, sum eingin av berari hampuligheit vildi nevna, men øll høvdu hoyrt um.  Grannin, Hans Jacob Hermansen, var til dystin fús og orðaskiftið var bæði virðiligt og hugvekjandi.  Sum fotografur kundi Bill illa hefta seg við annað, enn "The Optics of the World", heimsins eygu, sum nú eru heft á Føroyar, um vit vilja tað ella ei, eins og Chicago gjørdu á fyrstu LP plátuni í 1969: "The whole World is Watching" innan teir skiftu til sangin "Someday" og sipaðu til studentauppreistur, harðrenda løgreglu og Vjetnamkríggið alt í einum.  Hans Jacob segði frá um at vaksa upp við grindadrápi su...

Aftur til borðs

Koronastongsul og munnbind eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin, tartelettir, og hvussu tær skulu serverast. Meðan morgunsjónvarpið í sama landi bjóðar mær eftirgjørda steik úr skordýrum, tí dýr skulu ikki nemast, sleppa vit í biograf at síggja norðuritalskar trøflusavnarar heinta soppar í The Truffle Hunters of Piemonte í fullari spælifilmslongd.  Og her siti eg í Barbara Fish House við góðum vinum og gleði meg til bankatosk. Matur er aftur á skránni.  Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 181...