Skip to main content

Myndir lúgva altíð


"So skjótt tú hevur trýst á knøttin, hevur tú skapt eina lygn". Soleiðis segði myndamaðurin, tá hann í summar hevði funnið ein góðan vinkul at avmyndað eitt aldargamalt, tugt og tanlað evni. 

"Hetta var mín redigeraði sannleiki, tað er myndin prógv um, hon er her og kann ikki afturvísast", segði hann vælnøgdur við grindadrápsmyndina, sum nú kundi fara í ringrás í altjóða pressuni. 

At etableraða heimspressan, og ikki bara ágangandi áhugabólkar, veruliga eru heimsins terroristar, fekk eg eina óvantaða fatan av í morgun, tá greitt varð frá um, at nú kunnu fleiri enn tíggjutúsund arbeiðarar koma til Bretlands at slakta kalkun til bretska jólaborðið við einum lagaligum fyribilsvisa. Annars fáa tey einki at eta, bretsku húskini.

Tað er tó ikki tað mest áhugaverda, visalagaligheitin. Úrvalda myndin, sum BBC brúkar í morgun, er tað áhugaverda. 

Heldur enn at vísa eina endaleysa røð av slátursklárum bretskum kalkunum, ið hava sum lívsmál at verða dripnar, er ein mynd av einum tangabili á eini bensinstøð. Jú, sjaførar eru eisini við í nýggju jólaavtaluni um lagaliga atgongd til bretska arbeiðsmarknaðin, men størsti bólkurin av arbeiðsfólki, hetta til jóla, fevnir um tey, sum fáast við slátur av flogfenaði.

Hví ikki eina mynd av teimum? Ella eina mynd av tí fenaði, tey altíð hava og altíð fara at drepa, so bretska jólaborðið kann verða pitch perfect, akkurát so sum handils- og lýsingavinnan sigur, at ein vælbjarga familja í borgarliga samfelagnum eigur at gera á jólum?

Nei, eg bara spyrji. Tí nú fái eg tann tanka, at bretar kanska kunnu læra okkum at branda grinda- fyri ikki at siga springaradráp ein annan veg, so tað í báðum førum verður tengt at jólaborðhaldinum, kanska ikki bara okkara, men tí bretska burturav?

Við pressuni sum sekundanti hevur handilsvinnan mint okkum á, at nú eru tríggir mánaðir til jóla. Kapprenningin til ársins brúkarafest er byrjað.