Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2023

ABBA á fiól

Christian Svarfvar, violinist . Soleiðis stendur á estetiskt reinu heimasíðuni hjá 40 ára gamla klassiska svenska tónleikaranum, sum eftir at hava spælt Bach í Abbey Road, Infinite Bach , nú heldur fram at spæla ABBA í bretska høvuðsstaðnum. Hann sæst til vinstru omanfyri. Í miðjuni er Benny Andersson og til høgru er Anders Berglund. Bach útgávan, sum eins og aðrar er á Spotify, er nógv spæld á øllum stroymingartænastum. Svenski forlagsstjórin, Måns Uggla, sum síðan hann fór at geva Sunleif Rasmussen út fyri tjúgu árum síðan, er íðin at senda mær upplýsingar um spennandi Naxos-útgávur, upplýsir í dag, at á nýggju útgávuni, sum kemur 14. apríl, fer svenski fiólspælarin at tulka Benny Andersson saman við London Philharmonic Orchestra.  Úrvalið er úr skiftandi skeiðum í lívinum hjá Benny, so sum ABBA, Chess og Kristina från Duvemåla. Heitið á útgávuni er The Symphonic Touch of Benny Andersson , og telur tólv løg, sum Anders Berglund hevur útsett.    - Benny Andersson har ett...

Porsche í Føroyum

Í fjør vitjaðu ferðajournalisturin, Katleen van Bremdt, og fotografurin Sven Hoyaux, frá belgiska tíðarritinum Porschist í Føroyum.  Tíðarritið, sum hevur nítjan ár á baki og í hesi útgávu telur 146 blaðsíður, er í altjóða stíli við góðum teksti og framúr myndum, og eksklusivum lýsingum. Umframt at lýsa landið sum ferðamál, síggja vit James Bond gravsteinin á Kallinum, Kópakonuna og vitja Hiddenfjord.  Her kanst tú lesa alt blaðið , sum er komið út í dag. Men fremstu ørindini í Føroyum vóru at hitta bileigarar, ið hava serligan tokka til Porschebilar.  Føroyska sambandið tók seg upp, tá fotografurin var í Port Stanley á Falklandsoyggjum, og tók eina mynd av einasta Porsche bilinum har, einum Cayenne, til fyrru útgávuna.  Bileigarin, sum eisini er frímerkjasavnari, postaði eitt bræv til føroyska filatelistin, Álv Danielsen, sum býr í mínum grannalagi, og spurdi fyri belgiska fotografin, um nakar Porscheeigari mundi vera í Føroyum.  Jú, beiggi mín Oddmar, svaraði...

V4 tátturin er enn við sítt fríska lív

Meir enn hálv øld er runnin síðan Útvarpið fór undir V4 sendingar og skapti ein pall fyri føroyskari táttayrking, sum eingin hevði sæð fyrr.  Meðan V4 fór oyggj úr oyggja at fíggja Útvarpshúsið, vórðu sangarar av báðum kynum funnir, sum við besta fylgispæli bóru fram spillfeskar tættir, ið navnsnevndir, ella í hvussu er eyðkendir yrkjarar, settu saman til dagin og tiltakið, alt eftir hvar í landinum vit vóru, og hvørjar hendingar og støður sipað varð til.  Ein sjáldsama tíðarbundin hevd, sum í fleiri førum var tann beri og blektaði sangskaldskapur, seinni eisini á plátu, við varandi virði og undirfundigum sannleikum úr gerndisdegnum.  Veit, at eg ikki havi verið einsamallur at halda, at henda bók- og sangmentanarliga siðvenja langt síðan var mett sum deyð og farin av øllum føroyskum pallum.  V4 er jú hildið uppat, Gekkurin er komin í staðin, og fyri at keypa seðilin og halda øllum gangandi sum í V4 tíðini, fær lurtarin í dag einki undirhald afturfyri. Hevdin er dotti...

Vælferðarsamfelagið sett á veggin

Vindurin blæsur, hvar sum hann vil er heitið á stóra málninginum hjá Anker Mortensen. Heitið er tikið úr triðja kapitili í evangeliinum eftir Jóhannes, har sagt verður frá um hin spyrjandi Nikodemus, sum í áttanda ørindi fær hesa poetisku útgreining frá Jesusi:  ”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum.” Fleiri málningar hjá Anker, sum ymisk ár eru málaðir í ymsum støddum, hava hesi inngangsorð sum heiti. Hesin er málaður í 2009 og mátar 140 x 140 cm.  Í bókini Livandi list (2008)   brúkar Inger Smærup hugtakið anima um listina hjá Anker.  Greitt er at myndlistin hevur stóran fólksligan áhuga. Neyvan er nakað land, har fólkið hevur so stóran áhuga at fáa føroyska nútíðarlist á veggin, sum í Føroyum.  Lukkutíð eru eisini arbeiðspláss, ið síggja ágóðan í at fáa føroyska list á veggin.  Mítt arbeiðspláss, Nám, hevur ...

Óhugni á bygd

Tað er ikki bara Trom , ið fer fram í útryðjuni av teirri mentan og tilveru, sum fólk á meginlandinum eru von við. At vera langt burturi frá sivilisatiónini er blivin grundtóni í fleiri noir krimisøgum í sjónvarpi og biografi. Valisiski Hinterland og skotski Shepherd , sum er upptikin á Mull og sæst á Viaplay, lýsa fjarlagda lívið á bygd, har dekadentir bygningar skapa óhugnaliga ræðslu, tá desperat fólk flýggja og leita. Sama er við nýggjasta spanska Netflix filminum Infiesto . Bara navnið smakkar væl, tí tað kann verða ímynd av fiesta, veitslu, inferno, undirgangi og infest, smittu. Men navnið sipar til einki annað enn ein lítlan norðurspanskan bý undir Kantabriafjøllum í láglendinum við Piloñaánna í landspartinum Asturia nakað inn frá Biskaiavíkini. Leikstjóri er baskiski Patxi Amezcua (f.1968), sum fyrr hevur gjørt Septimo við kenda argentiska leikaranum Ricardo Darín. Filmurin Infiesto er skipaður sum tíggju dagbókabløð undir covidfarsóttini. Fyrsta dagin kemur ein ung genta,...

Í fyrstuni var orðið, og tað var ikki føroyskt

Kjattbotturin chatGPT er enn við sítt fríska lív. Hvønn dag royni eg at fáa hann at svara og geva til kennar ein feril av førleika at orða seg á føroyskum og at grunda yvir tað skrivaða, hvat evnið so er. Hugsi fyri mær, at hetta er fyrsta høvið eg kann hugsa mær, at fáa næmingar í einum heilum flokki at sita við hvør sína maskinu og skriva, bjóða av, vinkla, venda og snara, og arbeiða við teksti og øllum teim smálutum, sum gera setningar, søgur og tekstir. Kjattbottur sum amboð at brúka í flokkinum, at bróta niður og byggja upp. Tekst eftir tekst. Framúr amboð. Í mínum dagligu skriviroyndum saman við kjattbottinum eri eg komin eftir, at føroyska orðfeingið er serstakliga avmarkað og ofta er ein samanseting av íslendskum og norskum, og allarminst brúkiligum føroyskum. Men onkuntíð bragdar, og fólk siga, at nú skal føroyski førleikin hjá bottinum bara byggjast upp í eina tíð. Men so er tað tað. Tá eg síggi hvussu jánkasligt og fátæksligt føroyska úrslitið mangan er, tá hugsi eg meir en...

Munch í autodidaktum ljósi

Meðan blaðdeyði ger um seg hjá okkum og í øllum londum, vit hoyra um, hava tey í Noregi bygt upp mentatíðarritið Subjekt , sum byrjaði við einum skrivandi persóni í 2013, og í dag telur tólv fólk í føstum starvi og tjúgu frílansarar, sum við støði í pappíri og neti vilja verða fremsti kjakmiðil á mentanarøkinum og forsprákari fyri tí góða smakkinum. Filmummælarin hjá Subjekt, Cornelius C. Seinkjær  (f.1998), sigur um spildurnýggja filmin ”Munch”, at hann ’trolig er tidenes beste norske film’. Steinkjær hevur skrivað 223 ummæli. Eins gott skoðsmál geva allir aðrir ummælarar í landinum, eftir at filmurin varð frumsýndur á altjóða filmstevnu í Rotterdam hin 25. januar í ár og síðan í Noregi. 22. mars kemur hann til Føroya. Síggja vit burtur frá Oscarvirðislønta Peter Watkins, sum í 1974 gjørdi ein norskan sjónvarpsfilm um Edvard Munch (1863-1944), so er eingin filmur gjørdur um henda allarhelst størsta listamann í søguni, hóast fleiri onnur myndlistafólk hava verið gjørd til spælifilm...

Trúarinnar myndir, setanarrøða

Trúarinnar myndir Framsýning í Listasavni Føroya 3/2 - 14/6 2023 Fernisering 3. februar 2023 kl. 16 Theodor Eli Dam Olsen “Trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.“ Soleiðis verður tikið til í Hebrearabrævinum í Nýggja Testamenti, tá sigast skal, hvat trúgv er. Sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja. Men trúgv skal eisini síggjast. Og her kemur listin inn í bílætið, um vit kunnu siga tað so í hesum sambandinum. Hin skapandi listin.  “Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.“ Ja, soleiðis byrjar Halgabók, Bíblian. Guð skapaði. Verðin byrjaði við listini. “Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.”  Alt var oyði. Men andin sveimaði. Hvaðani kom so alt? Kunnu vit spyrja.  Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað? Gomlu grikkarnir tosaðu um tað góða, vakra og sanna. Hesi trý....

Myndir í trúnni

Vár B. Samuelsen hevur gjørt fingeraðu altartalvuna í tríningum, triptykon, sum er fremst fyri í høvuðsrúminum í Listaskálanum. Har letur framsýningin Myndir í trúnni upp í morgin klokkan 16, og verður partur av skránni til 14. juni. Í heyst verður temaframsýning um tónleik í myndlistini. Aftanfyri altartalvuna sæst Anker Mortensen við tveimum poetiskt vindbornum málningunum, sum í jarðlitum og loftlitum eru sum gátur at loysa, móti ítøkiliga bíbliuprentinum hjá Tórbirni Olsen til høgru.  Ímillum, á myndini omanfyri, er Anna Maria Dam Ziska, sum í trúnaði hevur kuraterað framsýningina um trúnna.  Á myndini niðanfyri sæst Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum fer at seta framsýningina í morgin, tá eisini Bartal Augustinussen fer at syngja og spæla. Setanarrøðan hjá Theodor um føroyska kirkjuliga list, og hvussu inspiratión kann koma frá øðrum føroyskum listafólkum, kann lesast her . Á vegginum aftanfyri Theodor sæst Ólavsøkuklæðið , sum Edward Fuglø gjørdi til Havnar kirkju, Dóm...