Týska silvurbrúðarparið Michael og Melanie taka eina selfie í Bø, har tey hava búð í fjúrtan dagar. Tey er so góðir eygleiðarar, at tað røkkur ikki at brúka okkara tugda orðafelli um, at gløgt er gestsins eyga. Vit mugu víðka tað til at rúma tí tanka, at tað at ferðast er fyri báðar partar at møta fremmandum fólki við annarleiðis tilgongdum at eygleiða gerðandisdagin, serliga hann, sum tú helt teg kenna heima hjá tær sjálvum. Her er morgunborðreiðingin og útsýnið á silvurbrúðleypsdegnum. Tey bæði eru úr Stuttgart í Baden-Württemberg har suðuri í Týsklandi og vildu fegin sleppa at skriva ein ferðablogg til føroyingar um upplivingina, matstovurnar og ikki minst, hvør skal fíggja verandi og komandi undirsjóvartunnlar í Føroyum. Hóast Michael starvast í banka- og fíggjarheiminum, fekk hann ikki svar uppá spurningin. Niðanfyri er forsøgan og sjálv ferðafrásøgnin hjá týsku hjúnum, sum siga Färöer , hóast tey skriva á enskum. Málsliga lati eg enska tekstin standa, so flestu skilja og ku...