Í hondini hevur Høgni Hoydal, landstýrismaður við ferðavinnumálum, bóklingin Heim , sum Visit Faroe Islands legði fram í Norðurlandahúsinum í dag. Landstýrismaðurin helt eina góða og vælskipaða røðu fyri fulsettum sali, har eg beinanvegin hefti meg við, at hugtakið hagi , sum í stríðsmálinum gongd í haga , snildisliga varð skift út við tað meira harmoniska náttúru , sum í gongd í náttúru . - Heim og náttúra eru nýggj lyklaorð í eini ferðavinnustrategi fram ímóti 2030. Inspiratiónskeldan er yrkjarin Gary Snyder, sigur Guðrið Højgaard, stjóri, og endurgevur aldrandi amerikanska yrkjaran, ið sigur, at ”náttúran er ikki eitt stað at vitja, hon er heim”. Tað er í savninum The Practice of the Wild (1990), at Snyder, sum í dag er 93, sigur “Nature is not a place to visit. It is home.” - Hetta var kjarnan í mongu samrøðunum um ferðavinnu vit hava havt, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum er stýrandi fyri framtíðarætlan okkara, segði Guðrið, ið samstundis gjørdi vart við, at nøgdsem...