Brot úr bloggi, har eg eftir frumframførslu á Glasi 16/11 2024 ummælti skúlaleikin Romeo og Juliu: Niður at lesa. Tað hevur leingi verið svarið hjá føroyskum ungum, tá spurt verður, hvat tey fara at gera við einum nývunnum miðnámsprógvi í hondini. Burturúr stendst ein kompleks burturfaringarmentan, sum er heilt sjáldsom, og hjá øllum teim luttakandi varar alt lívið, antin tey koma aftur ella ikki. Lestrarárini í útlegd merkja fólk. Einaferð segði ein vinmaður, at eftir at tey høvdu sungið Frændir í Hoydølum, hildu tey fram at syngja Frændir við somu vinum á Oyrarsundi, og tá tey, sum komu heim, uppá skift settu hvørt annað í starv, so sungu tey aftur Frændir. Soleiðis gongur burturflytingin, varandi ella stutt, og merkir samhaldsfestið upp á gott og ilt. Ein stjóri, eg einaferð hevði, helt fyri, tá vit tosaðu um holocaust í undirvísingini, at Oyrarsund var gott dømi um eina transittlegu, har føroyingar búðu, meðan teir bíðaðu eftir at fara heimaftur, uttan nakrantíð at interagera v...