Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2024

Tóma løriftið

Hugsi, at í eini visualisering, sum ein heimildarfilmur er, er einki so avbjóðandi at byrja við, sum tóma løriftið. Tað er hin ultimativa avbjóðingin. Tí fangar tað meg beinanvegin, tí nú skal málast, og eg eri sloppin at verða eygleiðari, heima í stovuni, so sum uppgávan hjá Kringvarpinum er.  Úrvalda myndlistafólkið, Hansina Iversen , verður eygleitt av Jónfinni Stenberg og Elini Mirjamsdóttir, nýggja toymið í visuellum føroyskum Kringvarpsarbeiði.  Sansirnir fyri smálutum, ultra nær og so burturfrá, vælvalda linsan og blendan at skapa dýpdarfokus, og fotografisku kompositiónirnar, tá Hansina verður sett við stovuborðið, millum grønt og reytt á bakvegginum, sjálv í bláari blusu og einum heitum gulligum ljósi til høgru við gluggan.  Sansurin fyri kompositión og ljósseting er gjøgnumhugsaður og væl frágingin.  Hesin sami fakligi reportasjudugnaskapur sæst aftur, tá Hansina pakkar lidnu málningarnar niður, koyrir í rør og so í bilin fyri at avskipa, tí framsýningin, s...

Fosaa í altjóða tíðarriti

Jólaútgávan av altjóða tíðarritinum Scan Magazine hevur grein um føroysku fyrirøkuna Fosaa, sum Malan og dótturin Oda hava rikið í Hoyvík síðan 2012. Vøruúrvalið, sum millum annað sæst hjá Öström í Havn, er fyrst og fremst taskur, serstakt sniðgivnar og oftast úr tilfari av okkara leiðum í Norðuratlantshavi. Á  heimasíðuni siga tær báðar, Malan og Oda, at virksemið byggir á handverk heima í kjallaranum í Hoyvík: ”The day, that we feel like we can't keep up anymore, is the day that we will quit. This is artisanry, and it should not be outsourced to anywhere else in the world.” Trine Ejlskov Jensen-Martin skrivar greinina í nýggja jólablaðnum Scan Magazine. Hon heftir seg við tað ektaða og staðbundna, og endar við at nevna slow fashion hjá møðgunum í Hoyvík: - In a world of constantly changing fashions and shifting moods it is refreshing to come across genuine craftsmanship and original ideas. Creating beautiful pieces made to be cherished for years, Fosaa Designs takes its...

Fýra hæddir upp fyri Gamla Danmark

Hetta eru seinastu rembingar hjá fráfarandi stýri í Tórshavnar kommunu, og helst ein av orsøkunum til, at Borgaralistin stillaði upp við ávaring um, at byggisamtyktir verða broyttar í heilum, og til høvið, sum ikki altíð tykjast fólkaræðislig. - Bygging og útbygging skal vera skipað. Broyting av byggisamtyktum er bert sum undantak. Fyrisitingin skal kunna arbeiða eftir galdandi lógum og reglum. Nøkur fá privat áhugamál skulu ikki stýra fyrisiting og politikarum. Soleiðis segði Borgaralistin í dystinum upp undir kommunuvalið 12. novembur í ár. Men tá hevði eitt sjáldsamt mál um undantaksloyvi og broytingar í byggisamtyktum í allarfremstu havna-Havnini, henni úti móti vágni á søguligu Vestaruvág, verið á skrá undir fordektum nøvnum í fleiri ár. Tó, eina viku undan býráðsfundi 19. september í ár varð uppskot frá formanninum í Byggi- og býarskipanarnevndini samtykt, so byggast kundi. Eitt argument, at játta fýra nýbygdum hæddum í øki C á hesum tronga matrikuli er, at "Soleiðis k...

Heimsmálini á filmi 2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at næmingarnir í miðlakunnleika B á Kambsdali vunnu stuttfilmskappingina hjá Námi. Úrvalda evnið var í ár tað sætta av teim seytjan heimsmálunum hjá ST - vatn. Heitið á filminum var ”Síðsti dropin”. Vinningurin er 30.000 krónur. Eftir at innkomnu filmarnir høvdu verið vístir í biografsalinum í Havnar Bio, vendi Sigfríður S. Sólsker, útgávuleiðari í Námi, sær til møttu næmingarnar og lærararnar. - Tit hava við tykkara stuttfilmum víst, hvussu tit hava arbeitt við hesum evni, ítøkiligani og abstrakt, men altíð fakliga viðkomandi, og í onkrum føri eisini stuttliga, har tit leita, eygleiða og fundera í kjallaranum í skúlanum. Onkur annar filmur setur sær fyri at vísa øll elementini, har fótbóltsvøllurin týðuliga fyllir mest, men líðirnar, kirkjan og SMS eisini sleppa við. Vit koma víða, hóast evnið er tað, sum kemur úr krananum, tá vit heima og í skúla koyra hann frá. Henda repeterandi einfeldin sæst aftur. Men vinnarafilmurin letur seg ikki binda niðu...

Jólavinir

Tá novembur sleppur og jólamánaðurin byrjar, trýtur ikki við verðsligum og andligum tilboðum, men sanniliga eisini jólavinum, sjónligum sum loyniligum. Á arbeiðsplássinum er ein loyniligur vættur, sum av sínum eintingum hevur gjørt eina reyðrunda hjólheilsan á jólum til allar starvsfelagar, við navni á. Hugvekjandi stuttligt. Takk fyri tað.  Dagin eftir skipar ein annar starvsfelagi fyri at øll, sum hava teknað seg, fáa eina festliga jólamáltíð frá Bitanum á borðið á middegi. Ein annar starvsfelagi fyllir og bjóðar boblur á nýinnrættaðu skrivstovuni, og ein fjórði starvsfelagi ger púra sjálvboðin eitt torn av jólavaflum við róma og súltutoyi. Púra ósjálvsøkið, meðan angin av vaflu fer um húsið og fyrstu jólatónar frá Daniu og teimum hoyrast í tí fjara.  Og so er dómsnevndarfundur at finna vinnaran í stuttfilmskappingini hjá Námi um sætta heimsmálið, reint vatn til øll í heiminum. Vit semjast og gleða okkum til týskvøldið, tá avdúkað verður. Tað er hetta hugtakandi við at einst...

Lendisbetran - ársins banniorð

Tá árið fer at halla, plaga vit at finna ársins orð. Alt samalt eftir uppskotum frá fólkinum, sum fólksins Útvarp dregur fram í morgunsendingini, og ein sakkøn nevnd so tekur dagar ímillum, hvat skal vinna. Tá hava vit ársins orð, alt samalt í fólksins anda. Men nú hava fólksins kosnu menn og onkur kvinna við eftir ordra frá løgmanni gjørt undirskrivaða avtalu, at binda allan okkara samhaldsfasta tøkupening til ein Suðuroyartunnil. Ikki eldrarøkt ella ískoyti til jól hjá fátøkum, sum Barnabati upplýsti okkum um í Sjónvarpinum sunnukvøldið. Men ein tunnil, sum mannfólkaverkfrøðingar kunnu gleðast um allan tann líðilanga dag til Suðuroyar í komandi tíðum og longur. Og mannfólkaverkfrøðingagleðin er so smittandi, halda teir, at alt, ið grivið verður upp, skal leggjast út yvir tað ganska land, at fáa skikk uppá tað, sum mannahond enn ikki hevur verið á, so tað nú verður glaserað, sukurstroytt og -brætt, og gongur inn í eina virðismaksimerandi krosstalsskipan, sum í jólagávutíðum fær frámer...

Vinir og plátur úr vinyli

Novembur er næstseinasti mánaður. Nú er hann, mánaðurin, sum sambært Henrik Nordbrandt ikki er ein, men fýra, so árið telur sekstan, komin at enda. Jólamánaðurin stundar til. Stress og keypiørska, blandað við kirkjugongd og dyrkan av tí guddómliga, men eisini alskinum til kórsang og sterkan solosang, sum Anna Sofía, Jasmin, Katrina, Dania og Marianna, siga í innlagda tekstheftinum. Dania er fremsti tulkari á føroyska tónleikapallinum, ja eitt renessansumenniskja av Toftum mitt í Havn. Tað er hon, ið kemur á gátt við nýggju plátuni, Jólasoul , sum Tutl gevur út, við reyðari sloyfu.  Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj, sum myndirnar bera brá av. Men tað er bara teirra anarkistiska spæl fyri myndamanninum, har excesseses tykist vera eitt mynda- og atferðsspæl. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum. Nýggjastur í úttrykki, teksti og stíli er sangurin Jólastres...