Skip to main content

Fosaa í altjóða tíðarriti


Jólaútgávan av altjóða tíðarritinum Scan Magazine hevur grein um føroysku fyrirøkuna Fosaa, sum Malan og dótturin Oda hava rikið í Hoyvík síðan 2012.

Vøruúrvalið, sum millum annað sæst hjá Öström í Havn, er fyrst og fremst taskur, serstakt sniðgivnar og oftast úr tilfari av okkara leiðum í Norðuratlantshavi.

Á heimasíðuni siga tær báðar, Malan og Oda, at virksemið byggir á handverk heima í kjallaranum í Hoyvík: ”The day, that we feel like we can't keep up anymore, is the day that we will quit. This is artisanry, and it should not be outsourced to anywhere else in the world.”

Trine Ejlskov Jensen-Martin skrivar greinina í nýggja jólablaðnum Scan Magazine. Hon heftir seg við tað ektaða og staðbundna, og endar við at nevna slow fashion hjá møðgunum í Hoyvík:

- In a world of constantly changing fashions and shifting moods it is refreshing to come across genuine craftsmanship and original ideas. Creating beautiful pieces made to be cherished for years, Fosaa Designs takes its inspiration from the magnificent and untamed nature of the Faroe Islands, and in every way stays true to its commitment to slow fashion.

Tá kendi danski filmsleikarin, Jesper Christensen, vísti Før frosten í Filmsfelagnum fyri fimm árum síðan, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa. Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og matsjandi mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti fimmti. Meðan Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri fekk hann eisni ein líkanndi gávu. Jesper Christensen var eisini sorinskrivarin í Barbara, ið helst er mest sæddi filmur í Føroyum. Hann hevur tríggjar ferðir spælt við í James Bond filmum.

Á permuni á nýggja Scan Magazin er Rachel Koo, sum er gott dømi um kreativt og virkið folk, ið ferðast, og tí eru málbólkurin hjá Scan Magazin. Rachel Koo er kokkur, metsøluhøvundur og sjónvarpskokkur, fødd í Bretlandi og foreldrini eru úr Eysturríki og Malaisia. Eftir at hav búð í Fraklandi og Týsklandi, valdi hon Svøríki sum heimland “falling quickly in love with her new surroundings and its rich culinary culture,” sum sagt verður í greinini, ið ber eyðkennið fyri góða magasinskriving og framúr myndir.

Scan Magazine hevur fýra hornasteinar í útgávuvirkseminum: sniðgeving, ferðing, undirvísing og vinnulív.

Á heimasíðuni siga tey, at “Our readers are active people of all ages, many of them travelling for business or to visit family, and others on holidays or a quick city break.”

Hagtølini vísa at lesarin er vaksin, eitt vet fleiri menn enn kvinnur, og at inntøkustøðið er høgt.

Pappírsblaðið Scan Magazin hevur ellivu ár á baki og hevur fokus á Skandinavia, ella Norðurlond, sum vit siga. Blaðið er tøkt á flogvøllum, umborð á ferjum, á ferðaskrivstovum og bensin- og tænastustøðum við motorvegir. Scan Magziner partur av Scan Client í London, sum sigur soleiðis um egið virksemi: “Content marketing has become a leading venue for storytelling and great journalism, and Scan Client Publishing is a specialist agency leading the way in this field.”