Skip to main content

Fýra hæddir upp fyri Gamla Danmark

Hetta eru seinastu rembingar hjá fráfarandi stýri í Tórshavnar kommunu, og helst ein av orsøkunum til, at Borgaralistin stillaði upp við ávaring um, at byggisamtyktir verða broyttar í heilum, og til høvið, sum ikki altíð tykjast fólkaræðislig.

- Bygging og útbygging skal vera skipað. Broyting av byggisamtyktum er bert sum undantak. Fyrisitingin skal kunna arbeiða eftir galdandi lógum og reglum. Nøkur fá privat áhugamál skulu ikki stýra fyrisiting og politikarum. Soleiðis segði Borgaralistin í dystinum upp undir kommunuvalið 12. novembur í ár.

Men tá hevði eitt sjáldsamt mál um undantaksloyvi og broytingar í byggisamtyktum í allarfremstu havna-Havnini, henni úti móti vágni á søguligu Vestaruvág, verið á skrá undir fordektum nøvnum í fleiri ár.

Tó, eina viku undan býráðsfundi 19. september í ár varð uppskot frá formanninum í Byggi- og býarskipanarnevndini samtykt, so byggast kundi.

Eitt argument, at játta fýra nýbygdum hæddum í øki C á hesum tronga matrikuli er, at "Soleiðis kundu fleiri fermetrar í økinum fingið eina virkna funktión."

Bara Elsa Berg og Annika Olsen atkvøddu ímóti at gera enn eina nýggja byggisamtykt undir Jomfrúbakkanum og framman fyri Gamla Danmark, so Valbjørn Dalsgarð kundi byggja fýra hæddir, hálvfjúrtanda metur frá sløttum og upp í mønina við ongum parkeringsplássi í smalasta tronganum millum Vágsbotn og Skálatrøð, har trupult hevur verið at fáa loyvi til nakað annað enn júst parkeringsstrikur. Tað hevur alt landið verið vitni til, síðan tankin um ein tjóðpall tók seg upp.

- Vit, grannarnir omanfyri eru sera vónbrotnir, og hava mótmælt. Vit vistu snøgt sagt ikki av hesum. Gamaní er hetta lýst, men tíverri so illa, at vit ikki hava givið okkum far um hetta, sigur Ingeborg Godtfred, sum býr beint omanfyri í Tróndargøtu 9. 

- Hetta er eitt huldumannamál, sum so nógv onnur byggimál, ið eru framd í hesum tíðarskeiði, sigur hon.

- Vit seta okkara álit á komandi býráð, og hava fingið lovað, at byggimál skulu lýsast soleiðis, at borgarin veit hvat hendir, sigur Ingeborg Godtfred.

Spyrji meg sjálvan, hvussu tað ber til, at eitt tílíkt mál nústani verður lagt fram á síðunum hjá Tórshavnar kommunu við heitinum ”Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Vágsbotn og Skálatrøð”, sum rætt er, meðan heitið á viðtøkuførum býráðsfundum síðan 2021 hevur verið tað obskura ”222/24 Broyting av byggisamtykt fyri matr. nr. 193 og 191b, Gr.Kambansgøta 11, Tórshavn”.

Tú skalt verða nokkso kendur í Býráðnum, málsviðgerð og grannaløgum at fata, at hetta snýr seg um sama mál, sum eftir øllum at døma eisini snýr seg um barr omaná barr, so onkur hevur tosað um at Jomfrúbakkin verður ein nýggj Jomfru Ane Gade.

Og hevur tú áhuga fyri the water front, gullrandaðu framsíðuni á Skáltrøð, har Tjóðpallur var ætlaður at byggja í 2012, til tað ikki bar til longur, so ógvast tú við, tá tú sært hesa ógvusliga ósmædnu ætlan, kunngjørda í bløðunum í vikuni. Tykkum til kunningar liggur hon frammi í ein mánað, verður sagt.

Uttan at eiga nakran lut í byggimálinum, bara áhuga í miðbýnum, og hvussu hann kann hugsast at mennast og fylgja teim fyrimyndarligu tilmælum og hugsjónarligu orðingunum, sum komu fram og enn hava varandi virði í visionéra Tórshavnar býaratlasi (2007), verður tú forvitin.

Tá kommunali myndugleikin í fleiri ár brúkar frámerkið Grím Kambans gøta 11, tá onkur vil kollvelta alla framsíðuna niðanfyri, the ocean front, í søguliga høvuðsstaðnum, er tað í minsta lagi løgið, fyri ikki at siga kávandi útyvir okkurt heilt annað, hvat tað so kann vera, í hesi málsviðgerð. Gott at seytjan grannar tala at og gera vart við ónøgd, tí nú órógvar i grannalagnum og ber fysiskt upp fyri hjá teimum. Hóast tað lítið og kanska einki hjálpir.

Tí allíkavæl verður málið samtykt hin 19. septembur sum ein annar hondbóltsdystur við tíggju atkvøðum frá Heðini Mortensen, Annfinni Brekkstein, Tróndi Sigurðsson, Kristionnu Winther Poulsen, Kára Johansen, Súnu Mørk, Bjørg Dam, Jákupi Dam, Súsonnu Olsen og Birgiri Nielsen, blankt Gunvør Balle og ímóti atkvøddu sum omanfyri nevnt Elsa Berg og Annika Olsen. Tær báðar hava hervið gjørt vart við seg sum borgarans garantar.

Og verður byggiloyvið tikið aftur, fer tað at kosta kommununi stórar peningaupphæddir. Tað varð eisini sagt, tá ein handil, í stríð við allar ásetingar, stóð upp úr ongum við R.C. Effersørsgøtu fyrrárið.

Mann fær hug at spæla ein klassiskan blues fyri Havnini, I Cover the Waterfront, við John Lee Hooker. Hann verður góður á øllum útistøðunum sum síggjast í ætlanunum kring Jomfrúbakkan.

Her sæst almenna málsgongdin.