Í dag er frælsisdagur í Ukraina, størsta landinum innan markið av okkara heimsparti, Evropa. Myndina tók eg í pólska býnum, Krakow, har eg ferðaðist fyri tveimum árum síðan og vitjaði Auschwitz . Árið fyri høvdu Mariia Shvets og Ken Lindenskov Olsen bjóða til kaffi í Rituvík og prát um Ukraina. Eins og at ferðast kann vera ein avslappandi dagdvølja, har tú í summarhitanum betalir teg frá øllum, kanst tú eisini leggja teg á ein annan meira eygleiðandi bógv, har tað verður spennandi at síggja, hvussu grannalond stuðla, minnast søguna, og ikki støkka undan, tá neyðugt er. Sum í hesum søguríka marknabýi, Krakow. Hinvegin eru tað fleiri, sum hálsfevnandi í semju við russisku álopsmaktina fegnast um gongdina, at niðurlaga og tileinkisgera unga ukrainska fólkaræðið, og innlima tað aftur í sundurdotna stórríkið fyri eystan, sum einaferð kallaði seg Sovjetsamveldið og tók Kuba við í fallinum. Eisini á botninum í Miðjarðarhavinum, har gamla og óneyva heitið Levantlond hevur verið brúkt, hel...