Skip to main content

Ísrael og Russland eru ótryggast

 

Hvar er best at búgva í einum heimi, ið er ótryggastur, alt síðan heimsbardagin endaði, og vitanin um holocaust og kjarnorkubumbuna komu fram, skaptu samstørv og settu seg á allar útbúgvingarskipanir í mentaða heiminum?

Friðarstøðan í heiminum verður lýst í Global Peace Index, sum byggir á 23 vísitøl, ið verða tikin úr í trimum høvuðstættum, kríggj, trygd og dubbing, og vísa tryggleikan at búgva í 163 av heimsins londum.

Spurt verður í kanningini, um kríggj er í landinum, ongoing conflict, og hvussu nógv eru deyð.

Síðan verður spurt, hvussu trygdin er í landinum, safety & security, um brotsverk, yvirgang, harðskap, politiska órógv, flóttar og sosialan ótryggleika. 

Samanfatandi verður at enda spurt um støðið á dubbing, militarisation, gjald til herin, vápn, hernaðarligar tænastur, Nato, krígs- og verjusamstørv.

Samanumtikið sýnir Global Peace Index ta trygd og tann frið, sum er í einum nevndum landi. Kanningarstovnurin ger vart við, at kanningarøkið trygd og friður, eigur ikki at verða mistikið fyri at máta viðurskifti sum fólkaræði og vælferð. Tað eru aðrar kanningar.

Hetta ger tað serliga áhugavert at samanbera lond, sum sínámillum eru politiskt og mentanarliga ymisk, so sum grannalandið fyri vestan, Ísland, móðurlandið Danmark, sum í onkrum føri kann geva eina ábending um føroysk viðurskifti, hóast vit ikki hava hernaðarskyldu, einaræðislandið Kuba, sum er sosialt niðurundirkomið, USA, sum kortini er nógv longur niðri á listanum, og nógv verri fyri enn flestu lond í Vesturheiminum, og so Ísrael og Russland sum eftir mátingar og vísitøl raka hin avgjørda botnin, tí har er minst trygt at liva í 2026.


Byrja vit í besta endanum, Íslandi, er friður við lágari militarisering grundleggjandi strukturur. Ísland er á fyrsta trygdarplássi á sama lista í nítjan ár. Í teiginum Ongoing Conflict er virðið næsta null, eingin herur, eingin ytri krígsluttøka, lágur geopolitiskur spenningur. Viðvíkjandi Safety & Security er lágur kriminalitetur, sosiala skipan er sterk, og álitið er stórt á allari fyrisiting í landinum. Hernaðardubbing, Militarisation, er sera lítil, tí hernaðarliga verjan er grundfest í samstarvi og diplomatiskum samráðingum. Ísland kann sigast at vera prototypan í altjóða friðarkanningini: eitt lítið land, sum er eitt sterkt velferðarsamfelag við lítilum ójavna, lítlari hernaðardubbing og ongum hermóti. Ísland er einasti limur í Nato, sum ikki hevur ein her.

Innlendis í Danmark er friður, men landið er partur av hernaðarligum blokki. Danmark er í topplistanum, er sera friðarligt, men ikki á íslendskum støði. Í teiginum Safety & Security er máldur lágur kriminalitetur, eitt sterkt rættarsamfelag, men við størri politiskari polarisering og demonstratiónum enn í Íslandi.  Militarisation er hægri enn í Íslandi, landið er Nato-limur við vaksandi gjaldi til hernaðardubbing, og tekur lut í kríggi á fremmandum hermótum, sum verða nevndar hernaðarligar operatiónir heldur einn kríggj. Í teiginum Ongoing Conflict er eingin krígsfrontur heima, men gjøgnum samstarv er landið við í ytri konfliktum.

Norðurlendska samanumtøkan kundi tí verið, at í Íslandi er besti friður, ið kann mátast, við minst møguligari hernaðardubbing, meðan Danmark lagar karmar um frið við stýrdari militarisering. Tað gevur norðurlendsku londunum eitt samanlagt høgt virðismet á altjóða friðarstiganum, hóast Ísland fær fyrsta plássið fyri at vera so lítið militariserað.

Í Kuba verður friður framdur gjøgnum eftirlit. Higartil hevur Kuba verið í miðal- og lágbólkinum viðvíkjandi friði, tí Kuba er ikki millum tryggastu lond, men heldur ikki millum harðrendastu lond. Í kubanska teiginum Safety & Security er kriminalitetur og yvirgangur á lágum støði, og í gerandisdegnum er samfelagið lutfalsliga trygt. Viðvíkjandi Ongoing Conflict er einki sjónligt borgarakríggj á oynni, og einki útlendskt hermót er galdandi her. Hyggja vit at dubbing, Militarisation, er tó ein sterk og ríkisstýrd hernaðarskipan, men ikki á sama støði sum í Russlandi og Ísrael. Ein týðuligur Politiskur faktor er galdandi: Kuba er eitt maktfullkomið stýri, sum er serstakliga autoritert, við lítlum og ongum rúmi fyri mótmælum og persónligum frælsi. Annan vegin kann hetta minka um mótmælisgongur og ófrið, men hinvegin er prísurin borgaralig frælsisrættindi. Í máteindini hjá Global Peace Index gevur hetta Kuba eina lutfalsliga høga trygd, tí har eru fáar mótmælisgongur og avmarkaður kriminalitetur, hóast politiskt ófrælsi og militarisering dregur landið niður. Friðurin er tá meira “góður undir eftirliti”, heldur enn “friður gjøgnum samtykki”. Kuba gerst tí betri enn øll hini í sama bólki, tí eingin ytri kríggisluttøka er skrásett, lítil innanhýsis vápnaður ófriður er og politisk kúgan heldur ófriðinum niðri, sum løgið nokk gevur “friðarpoeng” í logikkinum hjá Global Peace Index.

 

USA er eitt av minst friðarligu londunum í Oljuframleiðandi londunum, OECD, og er í niðasta parta av Global Peace Index 2026. Nógva dubbingin, militariseringin, og tær nógvu ytru stríðsstøðurnar, conflicts, eru høvuðsorsøkirnar, og ikki bara kriminalitetur einsamallur. Hóast orsøkirnar eru aðrar, er USA á altjóða friðarstiganum í sama ófriðarbólki sum Ísrael og Russland. USA er illa fyri, men har er ikki krígsstøða. Virðið Ongoing Conflict er í USA versnað við sjey prosentum í ár, politiska valdshóttanin er hin hægsta síðan sjeytiárini og ytri hernaðarliga luttøkan dregur amerikanska virðið langt niður.

Russland er ringast. Landið hevur við ræðuligum avleiðingum lagt seg út í kríggj við evropeiska grannalandið Ukraina við eini sonevndari Fullskala innrás, sum í dag er heimsins hægsta konfliktstøða. Flestu virði skora maksimalt negativt.

Ísrael hevur eisini eitt sera vánaligt tal, tað fimta-ringasta, á altjóða friðarstiganum fyri 2026. Fremsta orsøkin er drúgva krígsstøðan, conflict, við Gaza/Palestina, síðan varandi høga yvirgangshóttanin og rakettálop. Innanhýsis er ekstrem polarisering og nógvur ófriður. Í Ísrael og Russlandi er kríggj ein gerandislig fortreyt og partur av gerandisdegnum. Sum partur av støðuga tankanum um eina tilveru við kríggi, fylgir terror og ein høg militarisering. Í 2026 er Ísrael millum fimm tey ringastu, ófriðarligastu og trygdarveikastu londini í heiminum, saman við Russlandi, sum er á botninum, og síðan Sudan, sonevnda Fólkaræðisliga Kongo og Ukraina. Áhaldandi kríggj, Ongoing Conflict, er í Ísrael við palestinsk øki, Gaza, og støðan er spent í øllum økinum, og landið er farið í nýtt kríggj í 2023. Í teiginum Safety & Security er, hóast bestu trygdarskipanir, hóttanir um terror, rakettálop, politiskur ófriður og serstakliga umfatandi polarisering í gerandisdegnum. Við frámerkinum Militarisation sæst eitt av mest hernaðardubbaðu, militariseraðu, londum í heiminum, har negativa virðið byggir á stóran her, høgt hernaðargjald, og at landið er tætt knýtt at vitlíkis- og dronutøkni í verandi krígsstøðu. Ísrael hevur sterkar stovnar og høgan teknologiska kapasitet, men friðartalvan Global Peace Index sær fyrst og fremst kríggið og militariseringina sum ein faktor, ið fær landið at detta so langt niður, at tað er fimm stig frá botninum.

Russland er á botninum í Global Peace Index, tí kríggið er kjarnin í øllum mátaðum virðum. Í 2026 er Russlandi fyri fyrstu ferð "minst friðarliga land í heiminum". Í teiginum Ongoing Conflict er landið í einum fullskala kríggi í Ukraina, aðrar ytri og innari krígsstøður, conflicts, eru, og tali av deyðum er høgt. Undir Safety & Security eru staðfestu virðini politisk kúgan, mótmælisforboð, terrorhóttanir, kriminalitetur og ótryggleiki í fleiri landspørtum í Russlandi. Undir Militarisation er eitt sera høgt útgjald til hernaðarviðurskifti, herurin er stórur, í Russlandi er víðgongt vápnabrúk, sum eisini fevnir um dronur og langtrøkkandi skotvápn. Russland er í Global Peace Index ein arketypa av, hvussu kríggj og dubbing, militarisering, knúsa friðin í landinum. Øll trý høvuðsøkini conflict, security og militarisation draga landið niður í botn.

Bera vit úrvaldu londini saman kunnu vit siga, at fimm ymsir vegir eru til frið og ófrið.

Í íslendska førinum fæst friður við lágari militarisering. Landið er í fólkatali lítið, har er eingin herur, álitið á myndugleikar er høgt, vælferðarsamfelagið er sterkt. Friður er í gerandisdegnum hjá hvørjum íbúgva, sum ein default instilling á telduni. 

Í danska førinum fæst friður við stýrdari militarisering. Samfelagið er trygt, men landið er partur av hernaðarsamgongum og geopolitiskum spenningi. Friður er innanlendis, men við ábyrgd og vága, risiko, uttanlands.

Í kubanska døminum fæst friður við politiskum eftirliti. Har er lágur kriminalitetur og lítil ytri krígsvági, men rúm er ikki fyri stórvegis frælsi og mótmælum. Global Peace Index gevur eitt miðal úrslit: Í Kuba er trygt, men ikki djúpur, borgaraligur friður.

Í ísraelska døminum fæst trygd við umfatandi, høgari, militarisering mitt í støðuga krígnum. Í Ísrael eru sterkar trygdarskipanir, men kríggið er støðugt og yvirgangshóttanir á sama hátt.  Friður er fragmenteraður, tí summi øki er trygg, meðan heildin er merkt av ótryggleika.

Í russiska døminum er kríggj ein politisk strategi. Kríggj og hernaðardubbing, militarisering, eru sambært Global Peace Index kjarnin í russiskum ríkispolitikki. Friður verður næstan bara viðgjørdur sum ein fyribils taktiskur steðgur, ikki sum eitt mál.

Dømini úr niðasta og ringasta bólkinum á altjóða friðarstiganum, Ísrael og Russlandi, vísa, hvussu varandi kríggj og nógva hernaðardubbingin draga eitt land niður í botnin, hóast teknologiska styrki og dygdir.

Undir yvirskriftini Vision of Humanity hevur Institute for Economics & Peace í 2026 gjørt listan, Global Peace Index, við 163 londum, har støðið verður tikið í 23 felags grundvirðum, at finna fram til, hvar tryggast og ótryggast er at búgva. Úr grein í farnu viku, havi eg omanfyri borið saman tryggastu og ótryggastu lond.

Ísrael og Russland, sum eru ótryggast, Kuba, sum er miðskeiðis á listanum, USA, sum er verri fyri, og Norðurlondini Danmark og serliga Ísland, sum er tryggasta landi at búgva í.

Global Peace Index sigur, at vit liva í ótryggastu tíðum síðan seinna heimsbardaga. Í so máta er støðan versnað tólv ár á rað, og tað merkir til dømis hugin at ferðast. Ferðafólk aftrast at vitja eystasta partin í Miðjarðarhavinum, Levantlondini, og leggja tí ferðavinnutryst á onnur lond í økinum. Ukrainsk børn, ið er "rikin heiman", sum lógarsmíðið sigur, leggja trýst á føroysku skúlaskipanina, sum neyvan nakar er skúlaður at makta, og sum tíansheldur neyvan gevur nakra meining hjá tí fremmanda. Kyknandi kjakpartur í okkara mentan er at leggja hatur á muslimar, tí tey skulu hava ábyrgdina av øllum bakslátturi í okkara nútíðarsamfelag, ikki minst millum sokallaði trúgvandi í bólkum á Facebook. Førosykt vald umboð til danska fólkatingið ganga til og frá millum fremmandar stríðandi bólkar úti í heimi og skapa sær á tann hátt eitt legitimt livibreyð, við fremmandum kavbátavitjanum sum úrsliti. Tí er ávirkanin av krígsstøðu nógv størri enn bara í krígsrakta økinum.

Skrásetingin hjá Global Peace Index fevnir um 99,7% av heimsins fólkatali, og er mest brúkta mátingin av friði í dag.

Vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, hevur verið brúkt at finna samanberingar millum tey seks úrvaldu londini Ísland, Danmark, Kuba, USA, Ísrael og Russland í teim 23 samanberingunum á listanum yvir tey 163 londini á Global Peace Index listanum fyri 2026. Samstundis gjørdi sama vitlíkið myndirnar.

Comments