Undir yvirskriftini Vision of Humanity hevur Institute for Economics & Peace aftur í ár gjørt ein lista, Global Peace Index, við 163 londum, har støðið verður tikið í 23 felags grundvirðum, at finna fram til, hvar tryggast og ótryggast er at búgva.
Heimasíðan
upplýsir í ár, at vit liva í ótryggastu tíðum síðan seinna heimsbardaga. Í so máta
er støðan versnað tólv ár á rað, og tað er vorðið ótryggari at liva í 99 londum.
Men
bólkar av londum standa seg framhaldandi væl. Fremst, best og tryggast at búgva
í eru Ísland og Nýsæland. Teimum á baki eru Sveis, Slovenia, Írland,
Eysturríki, Portugal, Singapor, Finland og Japan, sum er tíggju tey tryggastu
londini at liva og búgva í. Danmark er á einum ellinta plássi.
Ringasta
og ótryggasta landið at búgva í beint nú, er Russland. Telja vit upp eftir, frá
russiska 163. plássinum, er næstringast at búgva í Sudan. Upp frá botninum koma
síðan hesi lond: Fólkalýðveldið Kongo, Ukraina, Ísrael, Suðursudan, Afganistan,
Jemen, Sýria, og Mali.
Meðan
ovastu londini oftast verða umrødd í miðlunum á positivan hátt sum vitjunarverd
støð, tí tey eru friðarlig og spennandi at uppliva og løtt at koma til, verða
tey tíggju ringastu londini á botninum aloftast umrødd í miðlunum sum krígsherjaði,
dikatorisk, korrupt, menniskjafjendsk, afturlatin og trupul at koma til. Í so
máta er vert at hefta seg við, at Kuba er á einum 109. plássi miðskeiðis á
listanum. Hinvegin er áhugavert at hefta seg við, at sami listi vísir, at
Ísrael er fimt ringasta land at liva í, mitt millum krígsherjaðu londini Suðursudan
og Ukraina.
Tá
stovnurin Institute for Economics & Peace, sum hevur høvuðssæti í Sidney,
ger Global Peace Index, eru høvuðsøkini fyrst samfelagslig trygd og tryggleiki,
so sum kriminalitetur, politiskt støðufesti, hóttanir og atgongd til vápn, harnæst
innanhýsis og uttanhýsis konfliktir, so sum kríggj, deyðsorsøkir og politisk
óstøða, og í triðja lagi militarisering, mált í hernaðarútreiðslum,
vápnaútflutningi og fólki í herinum.
Skrásetingin
fevnir um 99,7% av heimsins fólkatali, og er mest brúkta mátingin av friði í
dag.
Myndirnar, ovast og niðast, eru báðar tiknar á Eysturlandinum í Íslandi í vár.


Comments