Copilot teknaði Martinu McBride, sum syngur tvítýðuga Independence Day hjá Gretchen Peters
Countrytónleikur er tað mest tjóðarbyggjandi og útbreidda fyribrigdið at samansjóða fólkið í USA, ikki bara arbeiðaran, men fólkið í síni heild.
Tí pínur tað forsetan Donald Trump, at Martina McBride, sum
er kend við "Independence Day", ikki vil vera við í konsertrøðunum,
sum byrja 25. juni og halda fram til 10. juli. Endamálið við konsertunum er at
hátíðarhalda amerikansku tjóðarsøguna í 250 ár kring amerikanska frælsisdagin,
Independence Day, sum er 4. juli.
Umframt countrystjørnuna McBride, og sterka og tvítýðuga
sangin hjá Gretchen Peters, "Independence Day", eru fleiri aðrar
sangstjørnur, sum ikki vilja vera við í konsertætlanunum hjá Trump, tí tær
kenna seg lumpaðar.
- In my mind I thought this was a great way to celebrate the
states and also bring people together in the way that only music can, sigur
Martina McBride á X.
Miðlavanur, sum forsetin er, avlýsir hann allar konsertirnar og kallar McBride ein vinstrasinnaðan woke persón.
Havi leingi hildið, at hann livir í einum realitysjovi,
amerikanski forsetin, har hann sjálvur er høvuðsleikari, framleiðari og tekstahøvundur,
og hevur til endamáls at innføra tað absolutt óupplýsta einaveldið við happing
sum grundlóg. Men amerikanski veljarin hevur á lógligan hátt valt hann á øðrum sinnið.
Hinvegin haldi eg, at Gretchen Peters, eigur nakrar av bestu
nútíðarsangum í bókmentarligu siðvenjuni, fremst í countrybókini, við sangum
sum "On a Bus to St. Cloud". Men eingin kann í útbreiðslu metast
javnt við just "Independence Day" í tulkingini hjá Martinu McBride,
ið brúkar hann sum eyðkennissang. Men her syngur upphavskonan, Gretchen Peters
sjálv, á kaféini Bluebird í Nashville í 2017. Lurtarin kann sjálvur gera av, um sangurin er um tjóðskaparliga frælsisdagin einans, ella um hann viðger onnur, meira persónlig viðurskifti, sum eru heilt niðri á jørðini.
Nú henn fekk henda almenna uppercut, at McBride vísir honum bakið, lýsir forsetin ístaðin við einum veljarafundi í høvuðsstaðnum, Washington, dagin fyri ætlaðu konsertirnar. Sjálvur heldur hann ivaleyst, at honn so stendur eftir sum inkvisitoriski vinnarin.
Men skil fyri
tónleiki hevur hann ikki, heldur enn hundur fyri himmiríki, sum føroyska orðabókin,
ið sjáldsama ofta snarar um hundin, tá hon vil verða machosterkast, sigur.
Countrytónleikur
verður á pallinum á Dungasandi í Sørvági í døgunum 11.-13. juni. Tað er ein av
fáu tónleikasjangrum, sum dyrka tað ritlistarligu hevd við orðum, vit vanliga
kenna úr bókum og ikki av plátu.



Comments