Skip to main content

Lýsing: Frá Kong Hans til Hilbert

Við støði í konseptinum at deila, share platters, royndu vit fýra, nýggju matstovuna Tubbak við síðuna av Kjöt á søguliga Áarvegnum upp at Hotel Hafnia og yvir av Amtmansgarðinum í góðveðrinum mitt í Havn í kvøld.

Lyklaorðini, vit sótu eftir við á midnátt, eru altjóða fynd, sniðfundiga vovin saman við staðbundnari søgu úr grannalagnum, ið starvsliðið dugir at lesa av við yrkislærdari nærveru, sum í enska attendance, ta tíð góð tænasta tekur, at ger teg sannførdam um, at tú ert í ikki bara góðum, men fyri tær teim bestu, so høgt verður tænastuhugtakið lyft.

Hóast avrikið týðuliga er eitt úrslit av samstarvi hjá einum vælsamanspældum úrvalsliði - við Regitze av Tvøroyri, útlærd á Kong Hans, Joel Needlestone úr bretska høvuðsstaðnum, sum er sonur føroysku Marjun og býr í Kollafirði, Janus Einar, ið vit kenna sum gastronomiskan íverkseta á fleiri pallum og pólska køksleiðaran Karolinu - í oddinum, nú øll tosa um altjóða fótbólt, var tað Rebekka, sum við ættarbondum av Eiði, við okkara heimaborð yvir av gróðrarblettinum hjá Ríkisumboðnum, gjørdi løtuna ógloymandi, tí hon so væl dugdi at lesa okkum av, tað tíð, sum yrkislærd tænaraservice og vegleiðing tekur, tá um mat og vín ræður - fyri ikki um at tala, at lata okkum gera upp við Havnarsøgu, sum vit lesa um í krígssøgubókum, og nú lendir á mínum egna tallerki.

Og ikki minst tá stjórin, Joel Needlestone, leiddi okkum upp á nýggja søguliga útsýnisstaðin, Amtmand Hilbert, við rundsýni undir fríum lofti og úr glaskubum, cubicles, har vit kunnu sita og njóta nýdyrkaðu tænastuna mitt í Havn, eins og Helena, abbadóttir Zakaris, ið lesur til lækna í Keypmannahavn, og Jórun, sum er kreativur tattovørur í Gallarí Havnará, har Tórs Kafé var fyrr við jukeboks, sum var tátíðar fremsta undirhaldstól.

Við vinnulívlýsingum úr Havnar søgu, hava vit nógv at tosa um upp eftir vegginum í nýggju industriellu uppgongdini, innan vit taka einu hæddina í elevatorsofuni, til slovakiska Zdenka tekur í móti okkum, og Sinatra tónleikurin varisliga leggur ljóðbotnin undir stóru gongsmyndini av sigarroykjaranum al Capone.

Her verða allir sansir vaktir í nýggja matstovubygningini mitt í Havn, har endurskapta søgan um Heina Kjöt longu er eydnast á niðastu hædd, har fult av fólki er inni, bæði til at eta og taka út við. Fari eg í ensku orðabókina, so er býurin fyri ólavsøku abuzz, hann sjóðar við nýggjum virksemi, sum øll vilja hava ein lut í. Alt samalt í tí spenni, sum søga og tænasta skapa og leggja út fyri tær, nú tú trein inn úr samtyktu søguni og rakti tíðarleysu tænastuna. Hetta er ein foredling, við tær sjálvum í miðdeplinum, sum eg ikki havi upplivað áður. Tú ert borin á lógvum, fyrst og fremst av Rebekku, so landafrøðiligi karmurin av smakki fer at reika millum Japan og Suðuramerika, borin fram av einum modernaðum state of the art fusiónskøki við Josper grill, sum glaði køksleiðarin, Karolina Sobolewska, her sæst við.

Innan myrkrið fellir, á fái eg ein japanskan ikigai frá filipinska Florence, sum er Makaumeistari í kokkteyls, at taka við mær upp á hátúnið og njóta ólavsøkuútsýnið yvir høvuðsstaðin, meðan søgan um altjóðagerð undir krígnum, tá vit vórðu lyft úr bóndasamfelagnum og inn í ídnaðarsamfelagið við jazzi og filmi, liggur undir. Tá bilar koyra eftir Áarvegnum heilsa fólk og smílast. Tað nemur meg og fær meg at kenna meg væl í mínum nýggja heimi, sigur Florence, og skeinkir Faroe Isle gin, sake, bláberjapuré, lavendilsiroppur og sitrónsaft.

Niðurundir fáa vit við borðið turt perlandi Leitz riesling. Borðreiðingin, sum byggir á shared platters, at vit deila tað, sum kemur á borðið, er skift í fýra umfør við tillagaðum úrvals víni.

Fyrst eru smárættir við grillaðum bønum og mais, hvøssum kili, ráum tuntskornum ceviche úr kalva, carpaccio álum úr kjøti, grillaðum jomfrúhummara við ketsjupp og grillaðum tunfiski við havsalti. Ein fyrireikandi rundferð við best matchaða hvítvíni til høvið, úr Suðuramerika, um Italia og eystur til Japans. Í Havnarmjørkanum skeinkir Rebekka Pouilly-Fumé hvítvín, har fumé-heitið kemur til sín sjónliga rætt, hyggja vit út, her vit sita.

Annað umfar er sushi við jákupsskel, í góðari javnvág við Aligoté hvítvíni og einari skivu av laim, perfekt sett millum frískleika og súrleika við fiski og fiti eitt kvøld í Havn.

Til kjøtbrettið kemur spanskt Rioja reyðvín við elegantum smakki, har eg hómi bæði Kuba og sigar, afturvið lambssneið, T-beinssneið, neytalundum og hanger-steak, tey rópa.

Omaná fáa vit ostatertu við sitrusfruktum og blóðpylsucrumble, churros við karamelldypp og eina massiva sjokulátabarr, ið eitir gull, sum í Fort Knox. Ein framúr endi við konjakk.

Vit eru samd um, at hetta er ein mentanarbroyting, sum transformerar tað besta úr nýggja føroyska køkinum frá Kong Hans, har Regitze lærdi, til amtmannin Hilbert í grannahúsinum, sum í einum uppslagi út á hátúnið uppiá, minnir okkum á markantar persónmenskur og hvussu tær í avbjóðandi umstøðum kunnu skapa nýggjar tíðar. One gowerned by law. The other by crime. So er bólturin givin upp til lívligt kjak.

Og við okkara borð fóru vit saman við Regitze at tosa um Hvítanes á Tvøroyri, Salem, Poul F og ánna, tá hann rámliga bíbilskt yrkir í savninum Millum Heims og Heljar.

At enda skifta vit aftur orð við kokkteylmeistaran Florence yvir eini grein í Weekendavísini, sum vísindaliga, bæði hann og grein, siga frá um Old Fashioned, sum er bourbon, sukur, appilsin og sterkt bitterkrydd.

So takka vit fyri okkum, bilsin og undrunarsom, at ein so altjóða veitingarstaður er uppstaðin í Havn í okkara tíð. Tað er eitt tíðarskifti. Ikki bara í sær sjálvum, men eisini tí, at tað tekur gestin við á eina hugfarsliga ferð.

Comments