Køksleiðarin, Karolina Sobolewska, sum er úr Pollandi, og matstovuleiðarin, Regitze Krambeck Pihl, sum er av Tvøroyri, standa á odda fyri matstovuni og kokkteylbarrini, Tubbak, sum letur upp í næstu viku. Við søguliga handilsnavninum fara tær at skapa eitt nýtt rúm millum Áarvegin og Húsabrúgv, mitt í gomlu Havnini.
Í sama nýbygningi, upp at Hafnia og við egnari inngongd frá Áarvegnum, er Kjöt, har kjøtið er frá bóndanum í Havnardali, Poul Müller, sum eg gekk í skúla saman við. Matstovuleiðari er Marcus Trier og Beinta á Bøgarði er marknaðarleiðari. Sum navnið greitt bendir á er hon, eins og sangstjørnan úr Hoydølum, Filip á Smið, úr Kaldbak.
Stjóri á Hotel Hafnia er Pætur Trónd. Í eina tíð hevur Áarvegurin verið merktur av byggiarbeiði, tungum bilum og høgum kranum. Nú sæst ein fittur partur av úrslitinum, og í næstu viku verður endaligi parturin avdúkaður, har serliga útiparturin, borðreiðing í gjøgnumskygdum glasrúmum, er nýskapandi.
Tummasi Justinussen líkt, finnur hann upprunan til tað, hann fer í holt við, og heldur fast í honum, upprunanum, og knýtir funktionalitetir til nútíðina. Tað sást, tá hann gjørdi gamla handilin, vit í havnargøtum hava kent sum Katrinu Christiansen, har Haldor seldi petroleum, um til tapas matstovu við sjálvsagda heitinum Katrina ella bara við stavunum KC, fyri ikki um at tala kafé Kaspar, sum nú er blivin næsti granni hjá Kjöt, húsið hjá Bakar Hansen á Húsabrúgv, og so umborð á Norrönu við Munkastovu og Laterna Magica, har støðið verður tikið í søguligum fotomyndum, serliga úr siglingarsøguni.
Nú hevur Tummas, saman við pólskum arkitektum, lagt ein nýggjan bygning afturat verandi Hotel Hafnia, við gomlu heitunum Kjöt og Tubbak, ið vóru handilsheiti júst á hesum støðum, hvør við sínari hurð og inngongd á Áarvegnum.
Topografisku lýsingarnar hanga við sum eitt vørumerki, og gerast annan vegin sorgblíðar áminningarnar um eina farna tíð, og hin vegin ein innbjóðandi kjakskapandi karmur um sjálvt staðið, sum enn er í drift og í støðugari menning.
Greiða og snøgga
heimasíðan, har bíleggjast kann, sigur: "Søgan um KJÖT byrjar í 1937, tá Joen
Hejne Elieser Jacobsen, betur kendur sum Heini í KJÖT, lat upp handil her á
Áarvegnum…"
Og so fáa vit við
samtíðarmyndum, eins og í Kafé Kaspar, søguna um havnarmyndina Heina Kjöt og unikka
handilin Fa. Tubbak, sum Christian Dahl Restorff stovnaði í 1934. Í 1951 kundi sami
íverksetari og vinnulívsmaður bjóða fyrstu gestum at sova í einum av seytjan rúmum
á Hotel Hafnia og eta á matstovu. Nú er dagførda hotellið fýra stjørnað. Staying
power er eisini eitt parametur, kanska tað týdningarmesta, tá um miðbýin ræður.
Sum heimasíðan sigur við einum sniðfundigum cheek-in-tongue skálkabrosi:
"Nýtt KJÖT. Sama
stað."
Innkomin, ert tú fyrst og fremst í eini take away matstovu, sum er eyðkend við gólv belegningi, eg ikki havi sæð áður og skeribrettum, sum hanga á vegginum við søguligum kvittanum úr miðbýnum á. Eitt vørumerki hjá Tummasi.
Matstovuleiðari er Regitze Krambeck Pihl, til høgru omanfyri, sum er útbúgvin á kendu donsku matstovuni Kong Hans, so eg eri ein Michelingenta, sigur hon varisliga í einum innskotnum setning, nevnir Formel B, meðan hon yvir søguligu lýsingunum í trappunum sigur mær, at pápin er bakari, Magnus Juel Petersen, av Tvøroyri, sum nú er pedellur í Sankta Frants skúla.
- Tubbak er eitt
modernað og stílfult matstovukonsept, ið sameinir grill og sushi í eini líka til
og avslappaðari fine dining-uppliving, sigur hon, og heldur fram at
undirstrika, at matstovan er ætla gestum, sum seta tað besta fremst, vilja hava
eitt gott huglag og eina tænastu, sum altíð er klár og við hondina, antin tað eru
pør, vinfólk, ið eru farin út, veitslur ella serligar hendingar.
- Matstovan er í
tveimum hæddum við plássi til 100-150 gestir, umleið 50 á hvørjari hædd, har
vit bjóða ein livandi og sosialan stemning, har matur er ætlaður at deila
millum tey, ið sita við borðið, sigur Regitze og vissar meg um, at matskráin
byggir á tær bestu rávørur, við inspiratión úr Japan og Suðuramerika, men altíð
við fokus á staðbundið føroyskt innihald.
- Konseptið tekur
støði í tveimum matstovueyðkennum: Grill & Sushi og Seafood & Sushi, sum
gevur tí vitjandi høvið at fáa tað besta úr báðum gastronomisku heimum og
heildum. Harumframt fæst ein meira eksklusivur Steak Platter við fýra ymsum skurðum,
ella stykkjum, av tí allar besta kjøtinum, sum eg vóni fleiri fara at halda
verða framúr at deila við borðið.
- Tubbak er eisini
ein livandi kokkteylbarr, har vit leggja dentin á bestu kokkteylar, væl valt
vín og spennandi smakkupplivingar.
- Vit sum
borðreiða, verða ein kjarni í upplivingini, altíð við tí í hyggju, at allir
gestir kenna seg væl, og tó akkurát sum heima, beint frá tí løtu, gesturin
trýnir inn um hjá okkum. Men Tubbak hevur eisini sett sær fyri, aktivt at
arbeiða við burðardygd og staðbundnum samstarvi, innkeypi og altíð at hava fyri
okkum Green Key-standardin, so góðska og ábyrgd ganga hond í hond, sigur
matstovuleiðarin Regitze Krambeck Pihl at enda.
Eitt er at síggja
Húsabrúgv í nýggjari hædd, sum í sjálvum sær er framúr, tí tað skapar eitt nýtt
nærsýni, frá staðnum, har tú situr. Annað og nógv meira nýskapandi, er at lata
upp fyri einum nýggjum útilofti, terassu, her 58 fólk kunnu sita í gjøgnumskygdum
klivum, glaskubum, cubicle, sum eru forskotnar í mun til hvørja aðra, og haðani
njóta sýnið ývir miðbýin, frá kirkjuni, út á Tinganes, Kongabrúnna, Skansan og
Ríkisumboðið. Hetta er eitt nýtt rundsýni, tú nú hevur fingið beint framman
fyri eyguni, mitt í Havnini og heilt út í havsbrúnna. Tað er mest óvæntaða arkitektoniska
inntriv, knýtt at servering, í hesum nýbygningi á Áarvegnum.
At handilsnøvnini
eru varðveitt er ein ikki bara søgulig staðfesting, men eisini eitt avbjóðandi
kjakevnið, har annað, Kjöt, er meira munnberandi og sjálvsagt, meðan hitt, Tubbak,
helst fer at skapa meira kjak og iva, tí hetta er tænastuvirksemi við mati í
miðdeplinum, og ikki tubakssøla, hóast humidorur, sigarskáp, er millum søguligu
lutirnar og reklamurnar í trappunum í matstovuni.
"Today, Tubbak proudly carries forward the name and
spirit of the original tobacco shop. While tobacco has been replaced by fire,
flavour and hospitality, the ambition remains the same: to create a place where
people come together, enjoy great food and drinks, and experience genuine
Faroese hospitality. Every meal served at Tubbak is a tribute to the history of
this remarkable address – a place that has welcomed locals, travellers and
generations of Faroese people for more than 90 years".
"Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr" syngja vit á ólavsøku úr tekstinum hjá Poul F. Joensen við lagi hjá Hans Jákup Højgaard - við treysti, sum sangblaðið, ið kórsangarar nú skulu gjalda fyri, sigur. Tað tøkkina, sum avgjørt ikki er sjálvsøgd, kunnu vit geva Tummasi og eisini Eiriki Lindenskov og Peturi Jacobsen fyri tey hús, teir hava varðveitt eitt vet longur niðri. Tað kundi verið so nógv verri, stóð teirra hugur ikki til varðveiting og dagførdan funktionalitet í teim húsum, teir vara av í gomlu Havnini, har matstovur eru. Til lukku við KJÖT og Tubbak.






















Comments