Skip to main content

Paraguai gone fishing

 

Veit ikki, hví eg leygarkvøldið sat og hugsaði um klassiska meistarafilmin hjá Miloš Forman frá 1975 "One Flew Over the Cuckoo's Nest", sum Ken Kesey skrivaði í 1962 og vit lósu í enskum í øðrum ge.

Kanska var tað fyrst Matías Galarza, ein á liðinum hjá Paraguai hetta kvøldið, og kanska eisini liðfelagin Andrés Cubas, og seinni eisini Juan José Cáceres, sum liggjandi og púra óneyðugt velur at seta gaggurnar á skinnabeinið á fyrimyndarliga M'Bappe, sum øvut av frumskógardreingjunum úr Suðuramerika, har fótbóltur kanska er einasta ljós at sleppa úr favelaini, fær meg at hugsa um skótarørsluna hjá boaranum Baden Powell, ið gav okkum ein ivasaman tátt, Boaratáttin, heilt norður til Føroya.

Uttan nakran dómaraseðil, fingu faveladreingirnir eina blástempling í kappingini við le Bleau úr mentaða heiminum. Infantino av Blankaskála hevur nógv at gera, skal hann fáa onnur enn M'Bappe, og nú eisini rógvandi sigursnorðmenn, mentaðar millum aðrar tjóðir á altjóða leikvøllum fyri ordelig lond.

Men minnissjónin úr Forman filmin frá 1975, sum vit á okkara leiðum til denna dag kalla "Gøgereden", og heilt serliga sekvensurin, tá teir á afturlætnari deild rýma, stjala bussin og fara at fiska, stendur sum meitlaður í filmstein fyri mær. Soleiðis gongur alt í ring á heimsins spælistøðum millum mentan og ómentan.

Comments