Skip to main content

Í skannaranum

Undir Sjómannadøgum var eg í morgun á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har eg á fyrsta sinni sá dagsins ljós, til vónandi seinnu skanningina, sum í fyrra umfari var á sama stað í fjør vár. Tað var ein so mikið góð uppliving, at eg skrivaði eina søgu, sum nú er komin í Vencil nummar 26 undir heitinum "Tvær vikur". Tær tríggjar fryntligu, stuttligu og tænastusinnaðu fakkvinnurnar, ið vóru um meg í skannaranum í morgun, vildu lesa søguna, sum byggir á mína uppliving í fjør. Niðanfyri kanst tú eisini lesa hana.

Tvær vikur

Hann eitur Siemens og ikki Tesla, sigur Bára og vísir mær innum. Leggur hvít klæði fram og peikar á hvítu kummuna. Fólk eru fryntlig her norðuri. Tú fært hug at práta við tey, deila minnir úr gomlum døgum, kennir teg tryggan, hóast stopp stendur á reyðu gáttini. Kanska er tað ein roynd at skapa og knýta brýr, pontifex, eg hoyrdi ein prest um páskirnar siga. At leggja at við eina brúgv, tú sjálvur hevði skapt. Kom inn og legg teg, sigur hon og vísir mær á eitt runt høvdalag, sum kýsi úr niðurlendskum renessansumálningi, innast á smølu leguni, beint fyri rúmdarkenda opinum, sum um eina løtu skal svølgja meg, so eg liggi í einum sylindarahylki og verið sendur út í rúmdina. Haldi eg. Men eg liggi púra stillur við høvuðtelefonum og tónleiki, sum byrjar við If you leave me now hjá Chicago og so Rod Stewart og so Billy Joel og so Bee Gees og so Phil Collins. Bara ikki Frændur sigi eg, tá eg skal velja mær tónleik at hoyra í hálva tíman inni í Klaksvíkshylkinum. Sá skýggj og bláan himmal undir loftinum, tá eg hugdi upp, og enn ikki varð slúktur. Og so Viðareiði úr erva og yvir á Múla um allan veggin til høgru. Á hinum er rútur, har tríggjar sita innanfyri, fryntligar, tvær úr Klaksvík, eina býr í Havn, og triðja er norsk. So prátingarsamar, at vit nevna Norsku og pylsunar á bønum yvir av posthúsinum í eini aðrari tíð, nú tosið nam við tarmar og at gera burturav sær, innan skanningina. Høvuðtelefonirnar taka larmin, sum fyrst eru fjar stráluljóð, tíðka og styrkjast og verða lameterandi maskinbátur, har einki er gjørt við doyvingina frá tí stimandi Tuxham. Í vinstru havi eg fingið eina pútubóltsballón at halda og kroysta, um eg vil teimum nakað, sum Bára sigur. Haldi tað er hon, tí eg bara hoyri hana spyrja, hvussu støðan er, og so hvørt greiða frá, hvar vit eru og hvat er eftir. Hugsi, at ballónin er appilsingul, hóast eg ongantíð sá hana. Kanska var tað útróðrarbátsljóðið, og tankin um eina boyu á Norðhavinum, ið gjørdi tað, saman við róliga kontrasttónleikinum, ið nú er farin at skurra og hevur mist konturin og ýtið. Elektroljóðið hamrar nú so hart, at tað er Prodigy til raveparty. Skyscraper og Calling Elvis. Fulldrøn. Liggi púra stillur, akkurát sum eg havi fingið boð um. Her skalt tú ikki hava klaus. Lúri upp í sylindararørið yvir nøsini og hugsi javnt og samt um teir í Rumdarferðini hjá Kubrick, sum fóru gjøgnum tíð og rúm, hóast søgan varð skrivað í 48, filmurin gjørdur í 68 og framtíðarkarmurin settur til 2001. Nú er framtíðin fortíð og møtist á leguni í hospitalsbrekkuni, innan hann spýtir teg út, skannarin. So er liðugt og sproyturnar við kontrasti verða loystar av høgra armi og vinstra læri. Eina løtu vart tú astronautur í ringrás men nú sleptur á nýlendi. Um tvær vikur fært tú svarið. Ring og spyr eftir urologisku deildini. Í Havn. Lati meg í og spyrji, um tað stendur í journalini, hvar eg eri føddur. Tað snurrar. Gott, eg havi sjaffør við. Tendri Prodigy. Einki er sum Prodigy.

Vencil 26/2026



Comments