Skip to main content

John við nýggjari røð í Sosialinum

John Johannessen til arbeiðis fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í Helsingfors í vikuni. Mynd: norden.org

Í Sosialinum í dag ger John Johannessen kríggið í Evropa nærverandi. Tað gjørdi hann eisini við meistarligum hepni í Degi og Viku í 2022 saman við fotografinum Gesti Janusarson Lómstein í sonnum evropeiskum Wim Wenders klangi.

- Kríggið er ræðuligt, sigur Oleksandra Lysechko, sum saman við soninum fjaldi seg í krígsrakta Mariupol, ið er mest talandi evropeiski pallur fyri destruktivari krígsøði í okkara tíð, annan vegin kallaður hetjubýur og hinvegin helviti á jørð, og lýstur í Oscarvinnandi filminum Tjúgu dagar í Mariupol (2023).

- Ongin forseti og einki fólk í nøkrum land, kunnu gera tað, sum teir gera nú, sigur Oleksandra, beint í kamera hjá John Johannessen í drúgvari og samansettari grein í Sosialinum í dag. Hann hevur brotið veggin millum pappírsprentið og skíggjan á telefonini, sum tú tendrar við eini QR kotu, hvørja ferð eitt filmsbrot er lagt inn í greinina.

Greinin er við í verkætlanini "Vit føroyingar - úr øllum heiminum", sum eg fyrstu ferð varnaðist á Facebooksíðuni við sama heiti, og varð lýst sum "eitt savn av samrøðum við fólk úr øllum heiminum, sum hava valt Føroyar sum sítt heim. Her hitta vit menniskju við ymiskum bakstøði, lívssøgum og royndum, sum eru flutt higar." Næsta ár er ætlanin at geva tilfarið út í bók.

Í dag ger Oleksandra mat í einum føroyskum sambýli. Í Ukraina var hon varastjóri í einum stórum banka.

Í Føroyum eru 161 fólk úr Ukraina, sum hava fyribils uppihaldsloyvi til mars 2028, tí tey eru flýdd til Føroya. Heimssamfelagið bankar sum aldri áður á føroysku dyrnar.

Saman við starvsfelaganum Róa, gjørdi eg í allari eyðmýkt skúlauppgávur á pallinum Snar, tá Russland í 2022 leyp á Ukraina, og vit vórðu upplýst um, at nú er kríggj mitt í Evropa, hóast Russland longu í 2014 hevði tikið Krim. Og her eru vit við kjarnan í fólkaupplýsing. Brúki eg í dag sjálvstøðuga leitorðið "kríggj" á føroysku Wikipedia, so fái eg einki svar. Skúlauppgávurnar um Ukraina nevna í dag "trygdarkreppuna í Ukraina" og tosa um "false flag álop". Upplýsing og vitan er í Føroyum í dag blivin alternativ og selektiv sum aldri áður. Tí er gott, at John við hesum eksakta avriki, gevur okkum breitt menniskjansligt innlit, lesihug og eina rúgvu av persónligari vitan, at byggja okkara kollektiva fatanargrundarlag á í einum krígsherjaðum Evropa, nú skúlatilfar tykist steðgað upp. Sum lesari í almenna rúminum eri eg virdur - og tað er flott.

Gott at miðlar hava dirvi og førleika at lata upp fyri einum nýggjum veruleika, og síggja út um egnar bøgarðar. Tað hava vit sæð, og aftur hoyrt í morgun, við nýggja tilfarinum í Kringvarpinum, sum burturav er um misbrúk, sum kanska er fari at fylla í so nógv.

Nýggja formatið hjá John í Sosialinum, at gera avísgreinar meira áhugaverdar, er eitt gott andevni, nú vitlíki er yvir okkum, og hevur fingið fastatøkur á danska marknaðinum við fyrstu ókeypis og journalistleysu avísini, ella bara miðilinum, Y, sum aftur verður yvirskipaða evnið á ókeypis og almennu ráðstevnuni Miðlar og vitlíki í Smæruni fríggjadagin 6. novembur. 

Nú er kanska bara eftir at sleppa pappírinum. 

Við hesum tanka fari eg á ráðstevnuna hjá Kringvarpinum og Mentamálaráðnum fríggjadagin í næstu viku.

Comments