Undir heitinum Make North Great Again var finala í ofta punk og tó eisini etniskt folk merktu sangkappingini Pan-ArcticVision í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.
Amund Sjølie Sveen úr Vadsø í Finnmørkini er upphavsmaður undir heitinum Nordting, sum í einum ertandi karmi um fólkafundir loftar upprunatankanum um fólksligu norrønu feløgini fyri hundrað árum síðan, og gevur teimum hvassan kant og eina tiltrongda provokerandi dagføring, sum kann verða kynspolitisk, og bráddliga bjóða einum palestina á pallin, og til sofaprát um forvístar minnilutar, eftir at ein eksilrussi úr Murmansk, Roman Gladyshev, sum nú býr í Fraklandi, hevði framført egna villa sangin "Home", ið eg greitt merki, at hann við lív og sál gongur inn fyri og tí kemur lagt út um pallin og allar kantar, har eru.
Umframt eksilrussan dámdi mær serstakliga væl Annie Bartholomew og Kat Moore úr Juneau, sum við akustiskum bluegrasstónleiki úr fjøllunum í Alaska fingu OY at liva við, tá afterparty var seinni um kvøldið. Tær vóru gimsteinarnir hetta kvøldið og kundu verið knýttar til allar teir føroysku festivalarnar næsta summar. So eru tey boðini farin til festivalfyrireikarar við áhuga fyri interaktivt livandi upprunatónleiki.
Konsertin var provokerandi og tó avrundað og í fleiri løtum undirhaldandi í beinleiðis stroyming til allan Norðurkollin, sum Raclip stóð fyri.
Umframt norska Amund var føroyska Anna Sofía Skoradal vertur fyri hálvfylta salinum, har borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Elsa Berg, og løgtingskvinnan, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, taldust millum áhoyrarnar, sum eisini fingu orðið í stroymdu sendingini.
Visiónin er sum á síðu 164 í nýggjasta skúlaatlasinum at síggja heimin úr erva, væl at merkja okkara part av heiminum, við norðpólinum sum miðdepli, og so arktisku londini kring Íshavið uttanum.
Tað er sami tanki, sum franski Hector Zazou brúkti í nítiárunum.
Undir heitinum "Chansons des mers froides", sangir úr køldu høvunum,
fekk hann nøvn sum Björk, Lena Willemark, Värttinä, Siouxsie Sioux, John Cale,
Suzanne Vega og Jane Siberry at syngja og medvirka á eini hugtakandi fløgu við poetiskum
og mytologiskum knýti til køldu norðurhøvini. Ein framúr fløga, eg brúkti saman
við útgávum frá belgiska plátufelagnum Crammed Discs í ferðandi
tónleikasendingini "Kuffertið" um sama mundið.
Niðanfyri síggjast teir tríggir vinnararnir í kappingini: Falinn Gjóður úr Reykjavík, Piunguałaq & Tooma úr Kangiqtiniq og Iqaluit í Nunavut og Nuunu úr Sisimiut, Kalaallit Nunaat.
Visiónin hjá norska Amundi er eitt íkast í gamla tankan, sum Jógvan Sundstein í áttatiárunum hevði í tíðarritinum Nordisk Kontakt um at samstarva í norðurhøvum frá Strandanoregi til Kanada við Føroyum í miðdeplinum. Seinni bleiv tað til formella samstarvið Nora.
Síðan er geopolitiski hernaðar- og útvinningartankin um Arktis komin fram, væl
provokeraður av Trump, og hóast vit ikki á nakran hátt eru partar av landafrøðiliga
skilmarkaðu eindini Arktis, eru vit við okkara danska knýti til Grønland nú
blivin politiskt integreraður partur av nýliga upphugsaða tankanum um eitt til høvið lagaligt Stórarktis.
Sangkappingin hevur verið í Norðurnoregi, Grønlandi og Kanada, og føroysku Guðrið Hansdóttur, Ester Skála og Dóttir hava tá verið við. Síðstnevnda, Dóttir, var eisini við sum gestur í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Eitt stak spennandi navn, sum eisini er við í Sementkappingini.
Føroyskur finaluluttakari var Marius DC við einum nýggjum rap sangi í flúgvandi ferð, stak gott, og serliga væl dámdi mær, tá hann í einum felags arktiskum sangi, nærmast musical søgutráði, sang sín egna part, sum millum hini var "Villar víddir" hjá Kára P, ið yrkti úr "Öppna landskap" hjá Ulf Lundell, har Marius DC rakti ein arktiskan grundtóna, sum í hesum høpi stóð sterkur.
Tónlistafólkini, sum sungu ein egnan sang í part, vóru úr
Alaska, Norðurkanada, Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Russlandi, Sápmi og øðrum pørtum
av norðara pólkringi.
Ein sámi segði einaferð, at tey respektera ikki mørkini, ið innigyrða tey í lond. Tí kann tað verða trupult at skráseta ein sáma akkurát í tí landi, vit síggja fyri okkum í eini avstrikaðari kortabók.
Tað høvdu fyrireikararnir lagt upp til, tí tað merktist greitt í tónleikinum og sanginum, at ymisk mál og ymiskar mentanir ferðaðust og møttust tvørtur um landamørk og tær ómetaligu fjarstøðurnar, sum eru úr eysturi í vestur.
Luttakararnir vóru Annie Bartholomew og Kat Moore úr Juneau
í Alaska, Piunguałaq & Tooma úr Kangiqtiniq og Iqaluit í Nunavut, sum vunnu aðru virðisløn, Nuunu úr
Sisimiut, Kalaallit Nunaat, sum vann triðu virðisløn, Falinn Gjóður úr Reykjavík, sum við Frank Zappa
inspireraðum sangi vunnu kappingina, Marius DC úr Føroyum, Ivar Beddari frá Páččjok,
Pasvik, í norðurnorska Sápmi, Klara Pasma frá Pajala í Norðursvøríki, Niko
Valkeapää og Miro Mantere frá norðurfinnska Sápmi og Roman Gladyshev frá
Murmansk í russiska Arktis.
Eitt óvæntað innspark úr tí annars so harmonisku og ofta
meinaleysu tónleikaskránni úr Norðurlondum. Framúr sum í provokerandi. Ein útpurring
úr okkara egna parti av verðini, har vit longu í føðingini eiga ein sjálvsagdan part. Takk fyri hana.



















Comments