Skip to main content

Taxi Driver

Inngangur til sýningina við Taxi Driver í Filmsfelagnum 28. oktobur 2026. Rannvá Jónsdóttir tók myndina. 

Vit liva í tíðum við nógvum fokusi á bøkur, tí Bókadagar eru. Tí verður tú rímiligvís spurdur, hvørja bók tú lesur beint nú, og hvør var fyrsta bókin, tú minnist teg hava lisið.

Men óreinskutíð, síðsta bókin eg havi lisið, er so tunn, at hon telur bara 58 síður, so eg fari, undanstøkkandi og samvitskuraktur, í kvøld at gera mær tað tankaeksperiment, at svara bókaspurninginum: eg lesi ikki bøkur.

Í staðin fyri bøkur innbundnar í rygginum og við isbn tali, lesi og fordjúpi eg meg í staðin í vælskrivaðum essay líknandi tekstum hjá BBC, sum hvønn fríggjadag klokkan eitt sendir sjey tær bestu greinarnar út til haldarar.

Beint nú um ein mann á bygd í Avstralia, sum í bili koyrdi á lokalu parlamentskvinnuna, so hon mist annað beinið og kanska hitt eisini, tí bilførarin fanst at hennara umhvørvispolitikki - og so lesi eg um kenjanska prædikumannin, sum í skugganum av kristnu traditiónini vildi gera heimin í Afrika betri enn Jim Jones í Suðuramerika, við at fáa foreldrini at svølta børnini, so tey kundu fara undan og møta skaparanum fyrr enn tey.

Vit liva í so polariserandi og avbjóðandi tíðum, at sjálvt hin villasta bókmentanarliga fiktiónin, onkuntíð man kenna seg setta langt til viks. Hetta høvdu vit blakað frá okkum, lósu vit tað í eini bók á Bókadøgum.

Men EIN listagrein er, sum grípur niður í henda veruleika, skapar undran, og heldur henni upp fyri okkum á stóra løriftinum - íð sum listarligt prinsipp er nógv størri enn vit. Tað er filmur.

Mest upplagda í okkara útvarpstjóð hevði tí helst verið, at seta Moby Dick, sum varð gjørdur til film í 1956 á skránna. Men svarið frá eigaranum til biografin er í dag: Unfortunately, we do not hold a DCP for the title. Soleiðis fer tíðin við øllum. Men You Can See Everything fer at koma.

At møtast um film, og skifta orð um hann, er tað mest hugvekjandi, eg kann hugsa mær. Ikki minst at samanbera E.T. hjá fremsta filmspedagoginum, Spielberg, við Nýggja Testamenti, nú jólini nærkast. Innihaldsliga stig fyri stig um børn, sum síggja E.T., høvuðspersónin, sum finnur fyrsta og síðsta stavin í navninum, Elliot, granskarin, og nýggi pápafigururin, ið er ein av trimum vísmonnum, rúmdarveran, sum doyr, men reisir upp aftur, og so rúmdarskipið, ið gloymdi hann, men kemur aftur, tí tað er einki annað enn hin tilkallaði heilagi andin.

Eins og allar aðrar listagreinar eru bestu filmar so mótstøðuførir, at teir tola allar útleggingar.

Í dag er filmurin, vit skulu síggja í felag, 50 ára gamal, og eg vil halda, enn opin fyri útleggingum, samanberingum, tulkingum og lítið fjaldum, fyri ikki at siga opinbærum, boðskapum.

Nú til nakrar lyklar at deila út fyri sýningina, uttan at nema við og skala plottið í Taxi Driver.

Hvat er tað, ið ger, at fleiri halda henda fyrsta kenda Scorsese filmin vera millum teir bestu?

Er tað einsamalli method acting kovboylíkandi Robert de Niro fýrurin, sum kliptur úr klassisku John Ford filmunum, kanska The Searchers, eisini frá 1956, ið Havnar Bio sýndi her inni í seksti árunum, ið ger tað, og ber filmin?

Ella er tað sami macho manosferu fýrurin, sum dyrkar sín egna kropp, tí stórbýarsamfelagið fer at eksplodera, og álitið á politið er fokið, sum í Fugl Fønix hjá Jon Bang Carlsen, vit sýndu á Listafólkastevnu í skúlanum í Fuglafirði í 1984?

Ella rakar hann eina lind av avmegd og bangilsi, setta í karm av nervøsa jazzinum hjá Bernard Herrmann, tí seinasta í hansara meistarliga avrikslista, at føra okkum flótandi og dreymalíknandi gjøgnum neon náttina í stórbýnum sum eitt ekkó av restless dreams í Sound of Silence?

Ella er hetta ein samanrenning av samleikum í gula hýruvogninum, sum koyrir, svartblettutur í náttarskugganum, sum eitt villdýr, kanska ein suðuramerikanskur guerilla jaguarur, ið á nátt úr vegdekslunum er komin upp úr vjetnamesisku frumskógini, og í stórbýnum er vorðin eitt við føraran, Travis Bickle, og nú hóttir við at leypa á?

- Ella er tað einsemi, sum í málninginum Nighthawks hjá Edward Hopper, ið rekur marginaliseraða høvuðspersónin út í eitt einmanskríggj, við bíbilskum fyrimyndum at rudda í templum og gøtum, ið eru infiseraðar av lægri eksistensum enn tú sjálvur, sum vit síggja í evropeiskum høvuðsstøðum og mentametropolum, sum París, beint nú?

Helst liva vit í eins marginaliseraðum tíðum og hesin filmur fyri hálvari øld síðani lýsti.

Hóast táverandi temasangurin hjá undurfulla Jackson Brown eitir Late for the Sky, so er mítt uppáhald, at sangurin í hesum filmi enn hevur eitt tíðarbært og dagfest gildi, hóast heitið Late for the Sky. Ov seinur á sjóvarfallinum.

Við hesum hugsaðu lyklum og spjaddu inngangsorðum sum hvessandi inspiratión, fari eg at biðja operatørin tendra fyri Taxi Driver frá 1976, ein av mínum ótømiligu yndisfilmum, sum vit, eftir mínari hugsan, enn kunnu fara umborð á, og í einum lørifts spegli, sum her omanfyri okkum, enn kunnu halda upp fyri eyguni, og av baksetrinum í einum taxa bili dissekera ein mann í stórbýnum.

Góða sýning - og eftir hana eru tvey fyri eitt, double up, í Paname á Vaglinum fyri brúkta atgongumerkið í Filmsfelagnum í kvøld.

Comments