Skip to main content

Sannleikin doyr fyrst

 

Í Breddanum í gjár, har Gasa og Ísrael vóru evnið, tvey ár eftir Hamasálopið á tónleikafestivalin Nova, har 378 vórðu myrd og 44 rænd, hoyrdist aftur hesin søguligi setningur, sum amerikanski senatorurin, Hiram Johnson (1866-1945), segði í 1917: ”The first casualty when war comes, is truth”.

Sama segði ísraelski sendiharrin, Jonathan Lebel, í Varpinum í fjør á framsýning við minniskortum frá Nova festivalinum, sum Maigun Solmunde hevði fyriskipað. Styrkin er at dokumentera, segði hann, og vísti á røttu tølini fyri ræðuleikunum á Nova festivalinum. Hamasatsóknirnar steðgaðu ikki her, men hildu fram, so samlaðu tølini á teim dripnu og rændu øktust við stórari ferð.

Tosaði tá við sendiharran um, hvussu hesin deyðsspiralur og -kultur kann steðgast. Í allari vápnadubbingini og misinformatiónini lendu vit á fátæksliga orðinum skúli.

- Trúgvi, at einasti máti at byrgja fyri hesum fyri okkum so óskiljandi hendingum, er upplýsing og aftur upplýsing. Til tess hava vit skúlan. Kanska eitt sindur fátæksligt, men tað er einasta amboð, vit hava. Skúlan. Men sendistovur og sendiharrar kunnu eisini opna dyr, sum gjørt varð í hesum føri.

Partarnir, ið møttust í Varpinum í fjør, eru eisini samdir um, at føroyingar eiga at verða bodnir til Jerusalem Film Festival at velja film at vísa her í landinum.

Myndin omanfyri er úr bókini Fjølmiðlar, sum kann lesast her.

Comments