Onkuntíð kemur ársins orð púra óforvarandi upp í tínar hendur og springur í eyguni, sum eru sálargluggarnir. Ella er tað setaranissan, sum í lýsingahøpi undan jólum skapar eina tilætlaða villu?
Í hvussu er, er hetta ein av teim heilt góðu, villa ella
ikki, sum í lýsingini frá Frihedsbrevet omanfyri sigur, at: "...2400
føroyingar halda, at gravandi, kristiskur og erligur journalistikkur er
neyðugur."
Oftari eg lesi handa setningin, samdari verið eg.
Fyrr plagdi man at geva setaranum, sætternissen, prentvillupúkanum,
ið Orðabókagrunnurin sigur, skuldina fyri at planta vælplaseraðar feilir, men
tað er so langt síðan, at her man onkur annar jólaeingil hava verið uppá spæl
og funnið uppá hugtakið "kristiskan journalistikk".
Vitlíkið hjá Microsoft, Copilot, sigur í dag uppá
fyrispurning um munin á kritiskum og kristiskum journalistikki:
„Vit liva í einum tíðarskeiði, har kritiskur journalistikkur
er ikki bert eitt lyndi - hann er ein neyðturviligheit. Men tá orðini sjálv glíða, og vit síggja
'kristiskur' í staðin fyri 'kritiskur', má spurningurin setast: hava vit mist
neyvleikan, ella er hetta ein nýggjur málsligur leikur?“
Í adventini
trúgvi eg fyri vist uppá tað seinna, tí fremsti journalistur á Frihedsbrevet er
úr Bíbliubeltinum.
Hetta er eitt tíðartekin
í adventini, nú bæði fosturtøkuspurningurin og russarasáttmálin eru á Tingi á
sama fundi fyri somu monnum til atkvøðugreiðslu á sama degi.
Má siga, at hvat
fólkaupplýsing viðvíkir, halli eg í dag meira til Frihedsbrevet enn Løgtingið.
Kristiskur
journalistikkur er ársins orð, orðsins ár og ársins hugtak. Brúka hann. Kristiska journalistikkin. Eg slái kross fyri tykkum.
Góða eydnu!

Comments