Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið: Tjóðraði pallurin “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli. Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani! Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini. Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag! Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ik