Skip to main content

Posts

Geronimo 100

Jóhan á Plógv við Geronimo í nýfalnum jólakava í Havnardali. Niðast síggjast nøvnini á hestunum, sum eru farnir úr fjósinum Dixie (Myndir: Birgir Kruse) Geronimo livir, er av Árnesi og býr í Havnardali. Eitt íslandsross, sum Jóhan á Plógv eigur. Rossið er uppkallað eftir víðagitna indiánarahøvdinginum Geronimo, sum doyði fyri 100 árum síðani. Á vegginum í hugnaligu reiðstovuni hevur Jóhan yrking um Geronimo. Nærri koma vit ikki einum føroyskum indianara. Reiðstovan var karmurin um ársins jólafund í Kúrekafelagnum. Á vegginum hongur eisini ein blaðgrein úr Dimmalætting, sum sigur alt: Hetta er Føroya feitasta fjós!

Hallur á topp 5

Topp 5 fløgurnar hjá Peturi Rouch 2008. Hallur Joensen er millum fimm tær bestu (Myndir: Birgir Kruse) Sum siður er, tá kontríklubbin er saman, velur verturin í útvarpssendingini Rót & Rútmu , Petur Rouch, fimm tær bestu fløgurnar í skjótt farna ári. Grundgivið verður, vit hoyra eitt brot og so er kjak. Í ár var okkara egni Hallur Joensen millum fimm tær bestu. So omanfyri sæst ein meta-mynd . Av fløgu og upphavsmanni í sama rúmi. Ikki óvantað er nýggja útgávan við Hank Williams sangum frá Mother's Best sendingunum í 1951 nummar eitt. Samlaði listin hjá Peturi Rouch yvir fimm tær bestu kontrífløgurnar í ár er hesin: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Teir, sum vóru við í ár vóru Oddbjørn Vágslíð, Petur Rouch, Heri Dam, Milson Zachariasen, Sonhard Johannesen, Terje Sigurdsson, J

Kovboymóti

Koyvboymótin í ár eru svartar skjúrtur við broderaðum mynstri. Tað vóru Sonhard, Jóhan og Jón samdir um, her teir sita við borðendan í hugnaligu Reiðstovuni á loftinum í fjósinum Dixie.

Teir gera klárt at ríða

Jóhan á Plógv og Jón Johansen gera Stjarnir og Ramses klárar. Oddbjørn, Heri og Terja hyggja æt. Niðast Jóhan Petur, Beddi, Sonhard og Hallur í góðum lag í fjósdurinum (Myndir: Birgir Kruse) Í sambandi við ársfundin í Kontríklubbanum var høvið at ríða í stóru Reiðhøllini, sum er innanfyri fjósið Dixie í Havnardali. Stuttligt var at síggja alla útgerðina, saðlar og teymar og tað sum reiðmenn brúka. Jóhan og Jón gjørdu hestarnar klárar til okkara, so vit av røttum kundu kalla okkum kovboys og kúrekar. Onkrir høvdu aldri sitið á hestbaki áður.

Fyrstu ferð á hesti

Birgir á hesti í Reiðhøllini. Jón Johansen er hestastuðulspedagogur (Myndir: Petur Rouch) Fyri fyrstu ferð fekk eg høvið at ríða á hesti, nú Kontríklubbin, alias Smápartafelagið Kúfóður hevði ársaðalfund í Havnardali. Ella lat okkum siga sita á hesti. Tað var ikki so nógv ríðing. Í hvussu er ikki av tí slagnum vit síggja frá rodeo kappingum. Tað er ein undarlig, siglandi kensla at sita á hesti. Og so skalt tú halda javnvágini, bæði í saðilinum og við fótunum. Tað er ein krevjandi samskipan av førleikum.

Vinir, ið vilja

Allir í stovuni hjá Sonhard fyri jól í fjørð. Reyði bussurin hjá Olaf Joensen hjá Boy bíðar í túninum og koyrir okkum norður í Múla. Húsini eita Har uppi og hava gøtunummarið 2, har Petur Rouch valdi 5 tær bestu fløgurnar í fjørð (Myndir: Olaf Joensen, Olaf hjá Boy, og Birgir Kruse) Fyri fimtan árum síðani, í 1993, hevði eg sendingina Kuffertið . Ein ferðandi sending í heimstónleiki. Einu ferðina hevði sendingin temaið The Pan American, jarnbreytin, sum Hank Williams vaks upp við. Eg lánti nýkomnu fløguna The Health and Happiness Show frá Hera Dam og lat hana verða støðið undir sendingini eitt mikukvøld hetta árið. Um kvøldið ringir ein klaksvíkingur og spyr hvaðani eg hevði hasa plátuna. Eg skilji at hetta er ein vitandi maður. Hann veit alt um Hank Williams og sangir og plátur hansara. Eisini hesa nýggju, sum hann ikki hevði hoyrt áður. Maðurin eitir Oddbjørn Vágslíð og henda samrøða um Hank Williams gjørdist støðið undir countryklubbanum, sum hvørt ár síðani hevur verið saman. O

Heilt hundrað

Borgarstjórarnir Heðin Mortensen í Havn og Steinbjørn O. Jacobsen í Klaksvík fegnast um 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. Ole Wich og Bent Kjærbæk, sum gjørdu búmerkið, fáa heilsan og niðri undir sæst búgvið borð, við fløggum, í Mullers Pakkhúsi. Niðast ger Ole Wich búmerkið til borðfløgg, innan alt verður avdúkað. Á aðrari flaggsíðuni er sjálvt búmerkið og hinumegin eitt av árstølunum frá 1909 til 2009 (Myndir: Birgir Kruse og Sanne Storm) Á samkomu í Mullers Pakkhúsi í dag varð búmerkið fyri hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu avdúkað. Búmerkið er talið 100. Hetta er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Lesa vit búmerkið frá vinstru móti høgru, síggja vit fyrst talið hundrað, men eisini hamara Tórs, almenna búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. Reyða og bláa litin kenna vit úr kortum, ímyndandi hav og land. Somu litir, reytt, blátt og hvítt, kenna vit úr tjóðskaparligu flagglitunum, men eisini í búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu, ið er hamari T

Nýggja teldu

Sesam, sesam - lat teg upp! Christian Rubeksen og Dánjal Egilstoft á KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu opna nýggju LG telduna, sum teir júst hava gjørt mær klára (Mynd: Birgir Kruse) Mannfólk eru smádrongir í øllum alduri. Í dag fekk eg nýggja teldu á arbeiðsplássinum. Eina snøgga hvíta LG X110. Vøkur, anvendelig og snøgg. Sum ein sportbilur. Ella rættari sum ein sminku-pungur. Tí teldan er hvítglasera, vigar 1,19 kilo, skermurin er 10" og vavið er væl smalri enn A4. Ein tráðleysur skriviblokkur.