Skip to main content

Hallur á topp 5

Topp 5 fløgurnar hjá Peturi Rouch 2008. Hallur Joensen er millum fimm tær bestu (Myndir: Birgir Kruse)

Sum siður er, tá kontríklubbin er saman, velur verturin í útvarpssendingini Rót & Rútmu, Petur Rouch, fimm tær bestu fløgurnar í skjótt farna ári. Grundgivið verður, vit hoyra eitt brot og so er kjak. Í ár var okkara egni Hallur Joensen millum fimm tær bestu. So omanfyri sæst ein meta-mynd. Av fløgu og upphavsmanni í sama rúmi. Ikki óvantað er nýggja útgávan við Hank Williams sangum frá Mother's Best sendingunum í 1951 nummar eitt. Samlaði listin hjá Peturi Rouch yvir fimm tær bestu kontrífløgurnar í ár er hesin:

Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur)
Kathy Mattea "Coal"
Teddy Thompson "Upfront and Down Low"
Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville"
Glen Campbell "Meet Glen Campbell"

Teir, sum vóru við í ár vóru Oddbjørn Vágslíð, Petur Rouch, Heri Dam, Milson Zachariasen, Sonhard Johannesen, Terje Sigurdsson, Jóhan á Plógv, Jón Johansen, Hallur Joensen, Jóhan Petur Hansen (Beddi) og Birgir Kruse.