


Mannfólk eru smádrongir í øllum alduri. Í dag fekk eg nýggja teldu á arbeiðsplássinum. Eina snøgga hvíta LG X110. Vøkur, anvendelig og snøgg. Sum ein sportbilur. Ella rættari sum ein sminku-pungur. Tí teldan er hvítglasera, vigar 1,19 kilo, skermurin er 10" og vavið er væl smalri enn A4. Ein tráðleysur skriviblokkur.