Skip to main content

Posts

Ferðandi í tónleiki

Guli húsin hjá Teiti hevur appelsingult hefti við egnari teknirøð og gulum tekstarki (Mynd: Birgir Kruse) Tólv sangir eru á sættu fløguni hjá Teiti. Hann hevur skrivað allar sangirnar sjálvur, onkrar saman við øðrum. Eftir áralanga fyrireiking eru sangirnir spældir inn í Keypmannahavn eftir níggju døgum, har Tróndur Bogason hevur hjálpt til og tretivu onnur fólk. Sangirnir eru søgur, sorgblíðar, men opnar, ofast við eini favnandi kenslu, sum vendir sær til ein ávísan bý úti í heimi, ella heilt upp til hin almáttuga. Søgurnar nevna og geva okkum ljóðreferansur til tok og fremmand støð, og tað er bara tá Teitur fer í dialog við Gud, at vit, kanska, kunnu lesa Føroyar inn í sangirnar. Onnur fólk enn vit, gera tað neyvan. Hóast hann hevur slept Universal og stendur á egnum beinum, er hann í orðsins rætta týdningi universellur. Í fyrsta sangi Feel Good snarar søgan um kærleikan og ta góðu kensluna, so sum heitið sigur, Feel Good. Í stíli millum Jimmy Webb og Paul Simon, ljóst og um

Nólsoyggin, óviðgjørd

Nólsoyggin óðviðgjørd í morgun (Myndir: Birgir Kruse) Soleiðis sást Nólsoyggin úr køksvindeyganum í morgun, púra óviðgjørd og bara soleiðis sum myndatólið lat seg upp. Niðanfyri er sama motiv av Bukkewald og at enda úr heimaru Volgaravík, har uppi við Eystfalssker, har Boyggjafles onkuntíð sæst koma undan, men ikki í dag. Leggið merki til umhvarvið av teim trimum gæsnum til vinstru. Ei undur í at Nólsoyarmálarin, Steffan Danielsen, hevur verið so hugtikin av hesum litum og skapinum á Nólsoynni.

Nýggjur pallur fyri Uppkomarar á Kafé Kaspar

Jenný Kragesteen úr Tórsbyrgi og Rasmus Borðoy, samskipari, fara at framføra á Kafé Kaspar í kvøld (Mynd: Tutl) Nógv hevur verið gjørt fyri at menna tónleikarar í Føroyum seinastu árini. Ikki kann sigast annað enn, at góð úrslit eru komin burturúr, tí í dag eru nógvir sera evnaríkir tónleikarar, sum meir og minni arbeiða burturav av við tónleiki, og fleiri ungir spírar eru væl á veg. Hesir tónleikaspírar verða í altjóða høpi kallaðir fyri Up coming artistar , og tað eru hesar, plátufelagið TUTL, í samstarv við Kafé Kaspar, ynskir at hjálpa á veg. Í tíðindaskrivi sigur TUTL, at øll eru vit kunnug við, at tess meir ein framførur tess betur og vanari verður ein. "TUTL hevur í góð tvey ár, skipa fyri ókeypis konsertum í handlinum á Káta Horninum, har m.a. Eisini Up coming artistar við stórari gleði hava framført. Við at geva óroyndu tónleikarunum ein kvøldarpall á hugnaligari kafé mitt í Havnini, halda vit, at ungu tónleikarnir veruliga kunna sleppa at royna seg. Vónandi verður

Lennon livir leingi

Minnismerki Lennons í Central Park í New York í 2008 (ovara myndin) og 2010, tá alt verður ruddað (Myndir: Birgir Kruse) Hann leingi livið, Lennon! Sjónvarpsrásin DR2 hevur í kvøld lýst amerikanska rættarstríðið í heimildarfilminum USA vs Lennon. Greitt er at Nixon-stjórnin tók Lennon sum eina kollveltandi hóttan. Spennandi at síggja poppstjørnur, ið veruliga hava nakað upp á hjartað, mótvegis politikarum, sum altíð og uttan undantak verða korrumperaðir av makt. Poppstjørnurnar hava fólksligu útbreiðsluna at dúva uppa, meðan politikararnir hava alt maktapparatið frá løgtingi, til dómstól og løgreglu, umframt spunasmiðir, at dúva uppá. Jú minni hesi seinnu hava upp á hjartað, jú meiri tykjast hini fyrru at avrika. Vænti, at framtíðin liggur í betri hondunum hjá poppstjørnum av Lennon-slagnum enn fjórðahvørt-árs-livibreyðs-politikarum.

Gylta Eggið til Skopunar

Sakaris Stórá vann Gylta Eggið á íslendsku filmsstevnuni RIFF 2010 Á altjóða filmsstevnuni Reykjavik International Film Festival (RIFF) vann stuttfilmurin Passasjeren hjá Sakariasi Stórá úr Skopun virðislønina Gylta Eggið fyri best shortfilm by an upcoming director. Vit ynskja til lukku og vísa til ummæli av Passasjeren,  sum er her . Samrøða við leikstjóran er her . Á filmsstevnuni RIFF verða sýndir 140 filmar úr 29 londum. Í dag er seinasti dagur og tá stevnan endar hava verið tilsamans 350 filmssýningar í 10 dagar. Borgarstjórin Jón Gnarr setti stevnuna í Tjóðleikahúsinum 23. september. Fyrsta stevnudagin vóru 22 sýningar. Filmurin Le Quattro Volte eftir ítalska leikstjóran Michelangelo Frammartino fekk høvuðsvirðislønina, Gylta Lundan. Filmurin, sum hevur spælifilmslongd, er um seinastu dagarnar í lívinum hjá einum hirða, ið ansar geitum í Kalabria, har suðuri í Italia. Hann kennir deyðan nærkast og savnar dustið av kirkjugólvinum og letur tað út í kelduvatnið, hann drekk

Nýbrot í føroyskum filmi

"Passasjeren" Will be screened at Reykjavik Friday, during the RIFF at 18:30, Hafnarhúsið. A Faroese shortfilm that all of you should see :) Hesi stuttu boð skrivar upphavsmaðurin Sakaris Stóra á Facebook í morgun. Filmurin er haldbesta føroyska uppskot til film sum listargrein og vinnuveg. Her er ummæli av filminum: http://birkblog.blogspot.com/2009/09/poetiskur-beiskleiki.html Her er samrøða við Sakaris: http://birkblog.blogspot.com/2009/09/sakaris-stora-filmslistamaur-ur-skopun.html

Four strong winds

Fýra lortar fyri durinum (Myndir: Birgir Kruse) Hann mól av ymsum ættum, tá eg kom heim eftir loknan arbeiðsdag. Frá einum rokaðum arbeiðsborði við atlasi, globus og heimsins kortum framman fyri mær, møtti mær henda sjón í túninum. Fýra feskir, nýlagdir hundalortar av tí reydliga slagnum, fastir í skapi. Tá kann verðin verða verðin. Havi hug at sitera Perikles, sum Storm P spyr um heimsstøðuna: 'Hana havi eg onga meining um. Eg havi fingið eina flugu í eygað!' Hundurin er menniskjans besti vinur, má eg sanna í lo(r)tinum í Tórsbyrgi. Spell, at hetta vinalag ikki røkkur til grannarnar. Á hvørjum horni hava vælmeinandi grannar lagt hundaposar, svartar lortaposar, til sama endamál. Mest av hesi somu orsøk havi eg ikki hund. Spennandi at vita, hvussu leingi hesir fýra fara at liggja og hvør er hin fyrsti at traðka í ein teirra. Í fyrra umfari lógu samlittu lortarnir til teir tornaðu og løgdu seg niður millum flisarnar. Síðst eg traðkaði í ein hundalort var á Skálatrøð. Tað v

Listafólk á Heystframsýningini 2010

Millum tey 111 verkini hjá teim 14 listafólkunum á Heystframsýningini dittaði eg mær at avmyndað nøkur, sum fullu mær væl. Hansina Iversen hevur tveir stórar málningar uttan heiti, men við spennandi skapi og markantum litum, reytt og grønt. Hanni Bjartalíð hevur aftur hesi smáu anarkistisku motivini við, sum hóast egin, eisini benda aftur á amerikanskan underground komikk. Eg haldi at tey eru so undirfundiga stuttlig, onkuntíð eisini í heitunum.Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt innbjóðingina í stramt grafiskum prenti í klárum litum. Eisini her spæla tey ertandi heitini við í myndaevninum. Bárður Jákupsson er vorðin lættari og meiri gjøgnumskygdur, hóst bygnaður og myndaevni ikki eru broytt. Veggurin er settur saman undir heitinum Fuglakvæði. Andlitsmyndirnar hjá Tórbirni eru altíð spennandi, bæði í stroki og liti. Eisini tá Eyðun Johannessen situr fyri. Og so mátti eg taka eina mynd av Andriasi Andreassen, sum hevur gjørt uppskot til standmynd av monnum, sum júst eru komnir aftur av út