Skip to main content

Posts

Vit, Watson og Bláa planetin

Brigitte Bardot, ein smekkur tríkilja, við Bacalao í Havn í dag (Myndir: Birgir Kruse) Klokkan 17 í dag kom Brigitte Bardot hjá Sea Shepherd felagsskapinum á Havnina. Paul Watson er eftir í Hetlandi, har hann skal rinda eina stóra bót. Umframt limir í felagsskapinum, Sea Shepherd, eru fólk frá sjónvarpsrásini Discovery við bátinum og í landi. Tey gera sjónvarpsrøðina Whale Wars , sum Animal Planet hevur sent sum reality show síðani 2008, við Paul Watson sum leikara og frásøgumanni, við japanskari hvalaveiðu í Suðurhøvum sum evni. Í so máta er talan um sama slag av reality sjónvarpið, sum heima hjá Ozzy Osborne og teimum. Fýra umfør, seasons, eru seld til sjónvarpsrásina. Nú savnar sjónvarpsliðið nýtt tilfar í Føroyum. Nýtt er, at eisini tey lokalu, sum Watson leggur eftir, sleppa til orðana. Ikki tí at hann vil tað, men tí at framleiðararnir Discovery hava sett sær hetta fyri. Myndamaður frá Discovery á stevninum á bátinum, Bjarni Rubeksen á bryggjuni og Matthew Testa úr Los

Alchemilla mollis

Alchemilla Mollis avmyndaðar við alfaravegin í Havn í dag (Myndir. Birgir Kruse) Nei, heitið er ikki ein nýggj barnabók ella eitt legg inn á gólvið hjá Mosamollis og teimum, sum Janus á Húsagarði so meistarliga teknar og sigur frá um. Heldur fer heitið at verða ein ákæra, sum í komandi døgum fer at leita eftir einum almennum myndugleika, ið nokk so skjótt skal forða fyri at ein planta úr Kaukasus fer at breiða seg enn meir í Føroyum. Hóast ágangandi er hon vøkur. Hon krevur ikki nakra røkt og kann vaksa á steingrund. Ljóðar sum hin mest natúrliga plantan hjá einum, ið ikki hevur grønar fingar og júst er fluttur í nýggj hús. Men hvør varar av plantum, ið gera skaða? Hvør kann forða einum granna at seta niður tað, ið hann ella hon hevur hug til? Hvør kann fara um annan mans mark at taka eina plantu, sum í vindinum gróðursetir seg sjálva fleirfalt í grannalagnum og øllum landinum? Hesir spurningar komu til mín í morgun, tá starvsfelagin Pól Jespersen tók meg við á eina avmálda

Mötast í Götu

Annar dagurin á G! Festivalinum var ein sannur møtidagur. Møti, sum í vekingarrørslum, har tey dríva út illar andar í guvandi mýrilendi, har devlar og annað fólk berjast um likam og sál og á einum sinni fingu tónleikaran at pantseta sálina. Men tað var í Georgia og vit eru í Götu. Ikki tí, í tí ytra tykist munurin onkra løtu mest sum eingin og báðir staðir byrja við G! Men sum dagurin líður vinnur guddómliga styrkin undir opnum himni - guddómligt, sum í G! Dagurin byrjaði við Morgunbreyði frá Hallgrími Miðberg saman við Jógvani, sum var komin av tjaldingarøkinum, har alt var rennvátt í regninum. Tá var gott at koma í eina heita íbúð. Veðrið batnaði, mest sum stilli og bara hendinga æl. Fólk vóru blíð í Gøtu. Rannvá Justinussen bjóðaði inn til ein góða bita og tos um slekt og gamlar dagar. Fyrstu hús, abbi hennara smíðaði sum 18 ára gamal í 1928, vóru tey hjá ommu og abba við Gøtugjógv. Omma var jarðamóðir her í 44 ár, so okkurt var at tosa um. Út á kvøldið bjóðaði Høgni Rasmussen

Og regnið sang yvir Gøtubygd

Teir eru ikki so at basa í Gøtu (Myndir: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið gekk leiðin inn til Gøtu at fáa vikuskiftispassið umbýtt við festivalarmband við gomlu Sildamjølsfabrikkina í Syðrugøtu. Tað regnaði av grimd og veðurforsøgnin var longu ein greið ábending um, hvønn sangin Travis fóru at enda við. Og so bleiv. Vit parkeraðu í túninum hjá Jakku hjá Hansi í Gøtugjógv, har Árant bjóðaði vælkomin, og so fingu Jógvan og Torkil tjaldpláss omanfyri Syðrugøtu, við landsvegin, har grótbrotið er. Hesin teinur, frá Bartalstovu, framvið Grótbrotinum og niðan á Gøtueiði, plagdi at vera besti teinur at savna fløskur. Tá vóru bilarnir rullandi vertshús og alt varð blakað út av vindeyganum, Dortmundarar og Giraffar. Í dag eru tað telt, fest við pløkkum, ið eru vertshúsini, meðan likkurnar av Gøtuvík minna okkum á at taka upp eftir okkum. Fyrr plagdu vit at taka skurapisur uppi á Gráubrúgv, sum fjalir seg í tokuni uppa á Eggini omanfyri Gøtugjógv. Vælkomin í Gøtugjógv, Syðrugøtu og á Gøtuei