Bókadagurin er tiltak hjá Rithøvundafelagi Føroya, har ljós verður varpað á føroyskar bókmentir, eisini tá vit vilja senda tær út í heim undir heitinum FarLit , sum Jenny Johannessen, omanfyri, umboðar. Bókadagurin 2012 verður sunnudagin 25. november, seinnapartin, í Norðurlandahúsinum. Skráin til ársins bókadag er fjølbroytt og vendir sær til bæði børn og vaksin, við upplestrum, myndasýningum, sangi og sjónleiki. Umboð fyri bókasøluna Rit&Rák er eisini við, og ber tí til at keypa eina ella fleiri føroyskar bøkur. Barnatímin Byrjað verður klokkan 14:00, har børnini kunnu hugna sær á gólvinum í Kringluna. Stuttligar og hugkveikjandar myndir úr bókum hjá Bárði Oskarssyni og Edward Fuglø verður vístar á vegginum meðan sagt verður frá søgunum. Børn úr Frískúlanum í Havn fara eisini at syngja nakrir sálmar. Hetta er í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út eina Barnasálmabók. Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprý