Skip to main content

Posts

Sakaris til Berlin

Her er ein fegin Sakaris Stóra framman fyri skúlatalvuni á Oyrarbakka, har hann hevur undirvísng í filmi. Í hondini hevur hann nýprentaða innbjóðingakortið til filmsýning á Berlinaluni, har Vetrarmorgun verður sýndur undir yvirskriftini Generation. Kortið hevur Niels Arge Galán á Sendistovuni sniðgivið. Aftanfyri á kortinum stendur: " Vetrarmorgun , directed by Sakaris Stórá, is a story about two girls in their early teens, whose friendship has led them to a turning point in their lives. Dealing with love, friendship and identity, the film brings up a universal subject about teenagers struggling with stigmas, told through the unique atmosphere of a small town community of the Faroe Islands, an isolated archipelago in the middle of the North Atlantic." Vetrarmorgun verður sýndur í biografsali nummar eitt í CinemaxX, sum er á Potsdamer Straße, mitt í Berlin. Filmurin verður sýndur fýra ferðir: mánadag 10. februar kl 15:00, mikudag 12. februar kl 17:30, hósdag 13. febru...

Life is a dying business

Millum innpakkaðu lýsingabløðini í dag frá landsins stóru matvøruhandlum, var sum vant eisini aktuella Vikublaðið . Og eg má sanna, at tey i Miðlahúsinum duga at selja lýsingar, sum so aftur eru støðið undir einasta landsdekkandi tíðindablaðnum í landinum, Sosialinum , og hesum ókeypis lýsingablaðnum, sum Vikublaðið er. Men dagsins lýsingafongur er serliga áhugaverdur, tí eg havi ikki sæð hann fyrr í einum og sama skipaða blaði her á landi. Seks hálvsíðulýsingar við kistum, kransum og gravsteinum, og tíggju greinar um somu evni. Ikki eitt øvugt orð um business, men deyða og jarðarferð havi eg ikki sæð í handilsliga tíðindarenslinum áður, hóast Dimma , sála, royndi seg við minningarorðum í bókaformi herfyri. Aftast í spillivandi Vikublaðnum er ein opna um aldrandi Cliff Richard, sum hevur konsert í Forum í Keypmannahavn 28. mai 2014, har til ber at vinna atgongumerki. Um Guð vil. Tí life is a dying business. 

Myndir og tekstur

Í áratíggju hevur verið sagt, at vit liva í eini alt meir ágangandi myndamentan. Í sama tíðarskeið hevur verið spátt, at tekstur og lesnaður fer at vikna, líða og víkja, so bara blinkstrandi myndametan, video og telduspøl, standa eftir og skapa eina ómentaða menniskju, serliga dreingir. Kalt vatn í blóðið. Einki stendur sterkari enn bókin og heiðurskrýndi teksturin, sum har býr. Í gjár vóru fýra linjur hjá Tom Kristensen funnar í Danmark og straks kundi ein tekstagranskari við ærufrykt staðfesta virði til 10.000 krónur. Meðan tað ikki kemur uppá tal at stjala tílíkan tekst, so er annarleiðis við myndum. Tær hava litla hevd, um nakra. Tær hava so frítt at fara, at myndina deila vit, sum var hon kollektiv ogn. Bara ikki tekstin, tí hann eiga Yvirføroyar. So kunnu Undirføroyar deilast um fotomyndirnar, sum ónevndar og óforpliktandi verða sendar í umfar sum hjáputur í miðlunum og eisini á almennum heimasíðum. Respektin fyri myndum er eingin. Persónliga gangi eg inn fyri einum kollekti...

Fakfólk eru nú einaferð fakfólk

Kringvarpið hjá okkum øllum í øllum landinum veit at siga, at átakslýsingarnar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd virka ikki og skuldu verið steðgaðar og tiknar burtur, ongantíð ov skjótt. Tað vóru boðini til okkum øll í Almannaføroyum í Degi og Viku í gjár og aftur á heimasíðuni hjá sama varpi í dag. Sama dag kann fakligi felagsskapurin hjá teimum, sum gera føroyskar lýsingar staðfesta, at opin atkvøðugreiðsla hevur givið vrakaðu lýsingini besta karakter. Hvørjari verð liva Kringvarpsfólkini í? Fakfólk eru nú einaferð fakfólk. Í morgunsendingini hjá Kringvarpinum tosaði Bergljót við eina unga framfýsna kvinnu, sum skrivaði Phd ritgerð um Parkinsonsjúkuna í Føroyum. Meðan tú soleiðis stendur og rakar tær í speglinum og lurtar eftir fakfólki, kann henda at tú fært ein farra av einum hugskoti. Here goes. Hugsa tær, at bara ein av teimum ovurhonds mongu, sum í øðrum londum lesa samskifti, miðlar ella journalistikk, fer at granska í programmvirksemi í Útvarpinum síðani 1957 og fer at fo...

The Hunt for Oscar

Í dag varð kunngjørt úr Los Angeles, hvørjir filmar eru í uppskoti at vinna eina Oscarvirðisløn, tá 86. handanin verður fyriskipað og send til allan heimin 2. mars í ár. Sum vant eru útlendsku filmarnir og filmisku avrikini, Foreign Language Film, tey mest áhugaverdu á okkara leiðum. Eftir tógvið stríð eydnaðist danska Thomas Vinterberg (f.1969) at verða millum tey fimm, sum eru úrvald at kappast um einu Oscarvirðislønina, ið verður latin besta útlendska filmi. Filmurin er Jagten ( The Hunt , 2012), sum eg sá í Havnar Bio og ummældi undir heitinum Tá menn eru í skotmála í Havnar Bio 10. januar í 2013. Tá hevði eg undan jólum møtt leikstjóranum, Thomas Vinterberg , í Lübeck, har hann var við allari familjuni og vísti filmin, sum vann fyrstu virðisløn. Sunnumorgunin, tá henda filmstevnan var av og øll fóru heim, møttust vit á jarnbreytarstøðini, sum sæst omanfyri og niðanfyri. Hinir fýra filmarnir, sum kappast um útlendsku Oscarvirðislønina, eru belgiski bluegrassfilmurin The Broken...

Til lukku, Tróndur!

Til lukku, Tróndur Patursson, við Mentanarvirðisløn landsins. Her eru nakar myndir, sum eg eri sloppin at taka av tær við ymisk høvi seinastu árini, ofta við fremmandum gestum, sum í hesum føri Bill Schwab og hansara fotografum, ið hava fingið eina ógloymandi uppliving av list og søgum - ja, av Føroyum, ikki bara mitt í havinum, men mitt í allari verðini. Takk fyri gestablídni! Omanfyri gera teir, Tróndur og Brandur, Bládýpið í stand, so tað aftur kann lata upp fyri vitjandi í Listaskálanum í januar 2012. Niðanfyri er Tróndur avmyndaður á framsýningum hjá Hansinu Iversen og Zakariasi Heinesen, saman við Jan Andersson, í Stephansens húsi. Her er Tróndur avmyndaður við kaffikrússi á skrivstovu mínari á Vaglinum í 2009, tá hugskotið um lutvíst retrospektivu og lutvíst nýggju framsýningina Lívsins landslag  við hálvthundrað verkum kom upp. Á niðaru myndini er Tróndur avmyndaður, tá framsýningin Lívsins landslag lat upp fyri ólavsøku hetta sama ár, tá Havnin ...

Gunnvá Weber á Blumenbach Stovninum

Eftir ársskiftið er Gunnvá Zachariasen úr Havn sett í starv á danska Blumenbach Stovninum  í Keypmannahavn. Heimasíðan upplýsir, at ikki síðan 1974 er nýtt fólk sett í starv á stovninum, sum heldur til við brúnna á Ingerslevsgade 103 í eini pumpustøð við Dybbøljarnbreytina. Twin Peaks hjá David Lynch og Riget hjá Lars von Trier seta seg á nethinnuna, og sum frálíður eisini Jehova Vitni. Og tá eg síggi náttúruvísindaligar savnslutir og uppsløg um beredskabsøvelser i katastrofeberedskab , gerist eg forvitin og spyrji Gunnvá, um hetta er granskingarstovnur ella sjónleikarhús? - Jú, hetta er sjónleikur, Blumenbach Stovnurin  er fiktión, eitt íspunnið univers. Men júst hatta twisti, sum er í spurningum, er fínar greiðir. Fólk mugu gjarna fata Blumenbach sum eitt veruligt institutt, ein granskingardepil til í fyrsta lagi fyrireiking, tilbúgving og yvirlivilsi í framtíðar vanlukkum, sum kunnu beina fyri heiminum, sum vit kenna hann í dag, og í øðrum lagi gransking at bygg...

Saltsprongdur døgurði

Í dag var brim úti við Strond í Havn. Inn móti gamla Bukkevald sló aldan við so stórari kraft, at jørðin skalv og brimið stóð upp í loft sum eitt gosfjall. Út móti Boðanesi var uppgangur í hvørjari vík. Úr køksvindeyganum sæst eitt farmaskip sigla oman og niðan í Nólsoyarfirði. Eftir øllum at døma bíðar skipið eftir atløguplássi í Havn. Á fartelefonini sigur appin, Ship Finder , at hetta er finska Mistral , ið skal sigla við farmi í tríggjar vikur fyri Norrønu . Meðan føroyska ferjan er 36.000 bruttoregistartons, er finska farmaskipið 10.471 bruttoregistartons. Heimanfyri Bukkevald er gamla fiskastykkið. Í baksýni síggjast antennurnar hjá radioamatørunum og longst til høgru hómast reyðu felagshúsini og longst burturi sæst Glyvursnes. Eisini úti í Sandagerði er so mikið av uppgangi, at ikki er ráðiligt hjá havsvimjarum at fara á bláman í dag. Men inni í ósanum í Sandagerði er púra stilt. Meðan Sandáfossur brúsar og kvøður og krákurnar flúga og pilka, stendur e...