Skip to main content

Posts

Mikukvøld á Listasavninum

Her er nýggjasta myndlistaverk, sum Listasavn Føroya hevur ognað sær. Niðanfyri síggjast allar upplýsingar, eisini hvussu verkið er keypt, hóast prísurin, sum vanligt er, ikki verður upplýstur á hesum stað. Í kvøld er høvið at síggja henda málningin millum allar hinar, tí tá fer Nils Orth, savnsleiðari, at vísa runt og greiða frá. Eisini er ein lýsingaseðil á føroyskum, donskum og enskum gjørdur um verkið. Listasavn Føroya boðar samstundis frá, at í juni, juli og august er savnið opið, umframt vanligar upplatingartíðir, eisini mikukvøld frá klokkan sjey til níggju. Klokkan hálvgum átta mikukvøld er rundvísing, sum er íroknað vanligt atgongugjald, ið er hálvtrýss krónur fyri hvønn. Umframt eru Summartónar eisini á skránni hesi mikukvøld frá klokkan sjey: 25/6, 9/7, 23/7, 6/8 og 20/8. Savnið býður øllum vælkomnum.

Mentanarnátt í Havn

Áðrenn Mentanarnáttin brestur á í Havn, er íslendska myndlistakvinnan, Brynhildur Thorgeirsdóttir, farin at sópa í túninum í Norðurlandahúsium, har tey á middegi borðreiða og pallseta eina heilt serliga listarliga uppliving hinumegin Ringvegin. Tað er árliga Summarframsýningin, sum letur upp við heitinum Glas,  sum Inger Smærup Sørensen stendur fyri, samstundis sum nýggja kaféein Smakka bjóðar ein middagsjazzbita við bólkinum Yes or No . Osbjørn Jacobsen, arkitekur úr Gøtu, setti framsýningina við áhugaverdum hugleiðingum um ljós og glas, sum tóku støði í at hann var arkitektur og ikki listamaður, sum hann segði. Sama morgun avdúkað mentamálaráðharrin átakið Savnsgull í grannahúsunum, Kringvarpi Føroya, har gamla bandasavnið skal talgildast, so sendingar ikki bara verða goymdar, men eisini atkomuligar hjá almenninginum. Sum lurtari, sigi eg fyri meg, at júst Osbjørn eigur besta setning, eg kann koma í tankar um í nýggjari útvarpssøgu. Tað var í Mentanarkaféini, sum Útvar

Vælkomin til Havnar!

Súsanna Sondum samskipar skránna fyri Mentanarnáttina í Havn. Skráin er rúgvusmikil og byrjar longu frá morgunstundini. Súsanna er avmyndað á Vaglinum frammanfyri arbeiðsplássinum, ið er Kunningarstovan, sum er í somu hølum sum Gamli Bókahandil. Mentanarnáttin, eisini nevnd lítla ólavsøka, hevur verið fyriskipað síðani 2001. Sum sæst, stavar sólin so beint á Súsonnu og alla Havnina í dag, at tað er ivasamt um sólin hevur nakra megi aðrastaðni. Eitt av afturvendandi myndaevnunum í miðbýnum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Í morgunsólini hevur hon rímiligvís ikki latið upp enn, men reyða bókatræið, helst hitt vakrasta í Havn, og grøna ahorntræið, eru eins spennandi fyri tað. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar og nú skeinkja kaffi fyri Clinton og selja fish & chips til verkamannin. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv

Summarið kom við Infinity

Í morgun kom ferðamannaskipið Celebrety Infinity , sum er skrásett í Valetta á Malta, á Havnina við fleiri enn 2000 ferðafólkum á tólv dekkum. Manningin á skipinum, sum er bygt i Fraklandi í 2001, telur túsund. Fyrstu sumrarnar sigldi skipið í Alaska og um vetrarnar millum Kili, Argentina, Panama og Uruguai. Síðani i fjør hevur skipið siglt í Noregi og Bretlandi og vár og heyst siglur tað aftur í Suðuramerika. Celebrity Infinity , sum er 294 metrar langt, er millum størstu ferðamannaskip, sum koma á Havnina í summar, sigur Útvarpið. Ferðafólkini eru bretsk, amerikansk, kanadisk og úr Hong Kong. Guðrun Haustein, sum í 1953 svam í Sundalagnum, tá norðmenn tóku upp filmin Selkvinnen , var ferðaleiðari í reyðum jakka úti á Reyni. Á niðaru myndini sæst hon sum selkie , kópakona, á norsku filmsplakatini við Drangunum í Drangasundi og Tindhólmi aftanfyri. Í dag sást Celebrity Infinity  um meginpartin av býnum og var í mangar mátar ein mátistokkur, sum til dømis tá ein rasari