Í dag, fríggjadag 7. november kl 17-19, verður hátíðarhald í Felagsskúlanum á Oyrarbakka í sambandi við, at hetta skúlaár eru 40 ár liðin, síðani fyrsti realskúlaflokkur, omanfyri, tók prógv í 1974. Eg gekk í øðrum flokki, sum ein danskur ferðandi skúlafotografur avmyndaði árið eftir. Fyrireikararnir siga, at byrjað verður klokkan 17 í dag. "Tá taka vit ímóti fyrrverandi og núverandi næmingum, øllum lærarum og starvsfólkum og fólki úr fyrisitingini gjøgnum árini, sum hetta 40 ára skeið hava starvast á og hava havt samband við felagsskúlan á Oyrarbakka. Vit fara eisini at heita á tykkum, næmingar, lærarar og starvsfólk, at hava myndir frá skúlagongdini á Oyrarbakka við til hátíðarhaldið. Allar best er, um tit hava valt eina ella fleiri myndir, sum vit so sleppa at seta á veggin til minnis um tíðina. Sum kvøldið líður, vóna vit at fáa nógvar myndir á veggin, sum úr egnum sjónarhorni mynda skúlagongdina á Felagsskúlanum í 40 ár. Vit hava eisini gjørt hesa vangamynd á F