Skip to main content

Posts

Meinigheitirnar hava lært tingið at parlamentera

Í fjálgari og lítið forpliktandi fjarstøðu havi eg í feriu fylgt við í kjakinum á tingi um hjúnabandslógina. Hefti meg við, at tingmenn og onkur kvinna, øll líka øst, tala ikki til fólkið, men til hvør annan, vátta og rósa hvør øðrum, alt innan ein innara múr, sum vit ikki síggja, men sum í hesum døgum er bygdur upp úr ongum í túsunda ára gamla parlamentinum. Sum tíðin líður, og tingformaðurin einki sigur, skilji eg, at tingfólkini hava lært seg at gera sum meinigheitsleiðararnir. Prædika fyri kórinum, ið eru tey sannførdu og longu frelstu. Ikki fyri prædikuna skyld, men fyri at laga upp ein innvendan og sjálvnørandi tulkingarfelagsskap, ið er ein múrur millum okkum og teirra, so sjálvt teir ráðaríkastu sosialdemokratar vita, hvør er inni og hvør er úti. Akkurát sum á Facebook, har vit dáma og deila tað, sum vit longu frammanundan vistu, at vit vóru samd við okkara vinfólkum í at siga og halda um hini. Sum ein tølandi messa við gregorianskum kórsangi afturvið veksur samkoman av

Teitur syngur fyri sýriskum børnum

Í annaðkvøld fer Teitur at syngja ókeypis á veitingarstaðnum Warpigs , Flæsketorvet 25, í Kjøtbýnum við Halmtorvet í Keypmannahavn. Tiltakið er til frama fyri sýrisk børn í flóttafólkalegum í Libanon. Kenda danska ølgerðin Mikkeler , sum hevur bryggjað øl til ræst kjøt í Koks , hevur saman við amerikansku  3Floyds gjørt veitingarstaðin Warpigs í Kjøtbýnum, har Teitur fer at syngja. - Fyri Koks fara vit í næstu viku at bryggja úr rabarbum saman við Mikkeler, sigur fryntligi høvuðsbryggjarin Kyle Wolak úr Indiana í USA. Her er ølgerð lyft upp á eitt støði, sum neyvan nakar hevur sæð fyrr. - Stílurin í matstovuni er Texas barbeque, og í barrini eru altíð 22 sløg av feskum bryggi úr tangunum, sum síggjast fyri endanum í ídnaðarhøllini, ið sameinir danska mat- og bjórlist og amerikanska lívsnjótan av slow slagnum, sigur svenski barrvørurin og peikar á bestu ølina í dag, Ol' Pappy Lazurite. Nú stendur bjórin HELP ovast á nýbryggjaðu ølskránni. Tí skriva tey í kvøld úr

L’Unica hjá Elisabeth úr Tjørnuvík

Elisabeth Herlufsdóttir hevur handilin L’Unica við Artellerivej á Islands Brygge í Keypmannahavn. Dygst við býr hon í eini spildurnýggjari íbúð við Poggepohlkøki, terrassu og øllum hentleikum. Fyrr hevur Elisabeth búð í einum stórum húsum úti á Amager, men flutti, at búgva tættari við handilin. - Á Islands Brygge er ein praktfull javnvág millum stilla fjørðin, kanalina, og hektiska kafélívið, sigur Elisabeth, sum er útbúgvin advokatskrivari. Síðan í oktober í 2013 hevur hon selt klædnapløgg til modernaðu kvinnuna og spennandi innbúgv til rúmliga modernaða heimið í handlinum L’Unica . - L’Unica er ein dreymur, sum eg havi havt í fleiri ár. Eftir at dreingirnir Casper, 21, og Andreas, 18, eru blivnir vaksnir, havi eg givið dreyminum pláss, siger Elisabeth í handlinum, sum er í tveimum hæddum, dygst við bústaðin. - Í dag er handilin mítt hjartabarn. Handilin er eitt boð uppá, hvussu eg hugsi mær, at fólk eiga at búgva í einum heimi, sum tú leggur merki til, tí tú vilt geva

Tá William festi í

Her á aðru hædd í 300 ára gomlu Bartskerstovu er kendasti havnarmaður føddur. Tað er rithøvundurin William Heinesen (1900-1991). - Kvisturin og øll húsini verða sett í upprunaligan stand, sigur Tummas Justinussen, sum nú eigur gomlu húsini, og fer at innrætta tey til tapas matstovu og eksotiska vínstovu við upprunaligum innbúgvi, handilsdiskum, hillum, trappum og viði á veggi og gólvi. Plastikvindeygu verða skift til vindeygu, ið líkjast teim upprunaligu, og allastaðni taka vit tapetið burtur, so vit koma inn á upprunaligu brettini. Í so máta eru hesi kanska tey mest áhugaverdu, sigur Tummas, og peikar á svørtu brettini á bróstinum. Fýra ára gamal spældi William við eld á loftinum, og tað fest í og gjørdi stóran skaða. Loftið varð umvælt í 1904, og tey bretti, sum kundu brúkast, vórðu brúkt aftur, sigur Tummas, og peikar á eitt av brettunum, sum sjónliga eru merkt av brandinum. Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og endaliga hjá Katrinu Christiansen er

Póllandi er ikki longur eitt frítt land

Meðan Frakland í tali er fremsta evropeiska filmsland og Russland næstfremsta, er Póllandi millum tey mest áhugaverdu filmslondini í Evropa. Í fjør byrjaði endurvakta Filmsfelagið í Havn við lítla svart-hvíta pólska filminum Ida . Filmurin vann Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki var gjørdur í USA, og eina langa røð av virðislønum, millum annað allar tær fremstu evropeisku filmsvirðislønirnar. Ida er um eina unga gentu, sum vil verða nunna í einu pólskum kleystri í 1962. Afturvið stilla svart-hvíta filminum eru vit á jazzkafé og møta eini lættlivandi tilkomnari kvinnu, sum er einasta familiéra samband hjá Idu uttanfyri kleysturmúrarnar, ikki minst aftureftir til upphav hennara. Seinastu árini eru leiðandi fyrisitingarlig størv í Póland broytt, so fremstu stjórar í landinum nú eru politiskt settir. Hetta er eisini galdandi fyri almenna pólska kringvarpið, TVP, sum eins og katólska kirkjan hevur fastatøkur á fólkinum. Danska sending Dagen á DR2 sigur í samrøðu við ein pólska

Spotlight í Boston og kannandi journalistikkur í Føroyum

Filmurin Spotlight , sum júst hevur vunnið Oscarvirðislønina sum besti filmur, varð sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið. Innan sýningina segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hesi orð: "Tað er gleðiligt at síggja, at so mong eru komin her í kvøld at hyggja eftir hesum filminum, sum júst hevur vunnið Oscar heiðurslønina fyri besta film. Filmurin snýr seg í stuttum um arbeiðið hjá einari redaktión á Boston Globe, sum í 2002 kundi avdúka umfatandi kynsligan ágang innan katólsku kirkjuna. Eg fegnist um, at ein filmur, sum í høvuðsheitum snýr seg um kannandi journalistikk vinnur høvuðsheiðurslønina til Oscarútdeilingina, tí tað setur fokus á týdningin av kannandi, ella gravandi, journalistikki. At tit eru so mong sum hava valt at koma í biograf í kvøld, sigur mær, at áhugin fyri journalistikkinum eisini er til staðar í Føroyum. Tað er gleðiligt! Tí journalistikkur hevur týdning. Gravandi journalistikkur er alneyðugur fyri at avdúka ivasom viðurskifti í samfelagnum

Ravnur verpur í gø

Umframt at vera eitt læknaligt orð, tað at fáa gø, so eru gø ella gøsól mánaður í gamla mánakalendaranum. Sagt verður, at ravnur verpur í gø, sum er millum torra og einmána. Tað sigur kalendarakalkulerandi orðabókin. Tað er í torra at ravnaegg verða troðin. Ravnur troðast í torra . Torri er frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Torri er eisini tíðin, tá fiskur kemur inn á grunnarnar at gýta. Einmáni er í móðurmálsorðabókini lýstur sum triði mánaður í gamla álmanakkanum, sum var frá umleið 25. mars til umleið 25. apríl. Lagt verður afturat, at ravnur klekir í einmána . Í hesum døgum sæst nógvur ravnur. Fólk, ið koyra til Havnar til arbeiðis siga, at í Hvalvík var sjáldsama nógvur ravnur at síggja í morgun. Sjálvur havi eg fyri fyrstu ferð sæð ein ravn á veg til arbeiðis. Tað var í morgun á vegamótinum Fútalág-Hoyvíksvegur, har ein ivaleyst troðin ravnur sat á lyktapelanum við Superdekk Service. Helst leitar hann eftir einum staði at klekja fyri páskir og innan lombini

Vita skalt tú: Samskifti er ikki ein nevndarførleiki

Eins og tøgn ikki kemur á ting, so er greitt, at samskifti kemur hvørki í nevnd ella ráð. Í almenna rúminum hevur ein polariserandi tørvur tikið seg upp til ikki at samskifta. Tørvurin kann best verða lýstur við at siga, at flestu bara vilja skilja og sálda rætt frá rongum. Vit og tit, havnarfólk og bygdafolk, mannafólk og konufólk, trúgvandi og vantrúgvandi. Í so máta er eingin, ið er so rættur sum klokkan. Serliga tá ið hon hevur sligið, og allarserligast tá ið hon hevur sligið fyri seinastu ferð. Tá kann verða staðfest, hvussu skarst. Kanska eru tað bara andlát, ið eru meiri staðfestandi enn løgreglutíðindi í almenna rúminum. Eftir eina hending í Mykinesi, varð sjefpolitiinspektørurin endurgivin á In.fo í gjár. Greitt er, at øvrigheitin heldur, at tað er umráðandi at siga okkum, hvat klokkan er: ”Fráboðanin úr Mykinesi kom klokkan 12.44 og klokkan 13.21 varð avgerð tikin um at boðsenda serdeildini. Klokkan 14.32 var serdeildin klár at fara av Boðanesi og klokkan 14.47 len