Skip to main content

Posts

Kjakmentan fyri svínhundin?

Kjakmentan hevur verið ovast á arbeiðsskránni hjá Sosialinum í seinastuni. Tað er frálíkt, hóast eg ivist í hvørja meining tað gevur, at ein miðil soleiðis fer í sjálvsvingandi sjálvsviðgerð í tænastu fyri lesaran. Er tað annað enn at fylla teigarnar, so lesarar og lýsarar ikki rýma? At skapa eitt vitborið trúfesti millum lesarar? Jú, tað eiga allir miðlar at gera, serliga teir handilsligu. Sambandið við marknaðin og eitt og hvørt vitborið rák, er júst tað, sum ein miðil altíð verður spentur upp ímóti, rætt sum málarin, ið fer í kríggj við løriftið, sum verður ein vøra, ið skal finna sín marknað. Soleiðis skal tað vera, og helst úti um alt landið. Men tá vit koma til almentgagnliga frammanundan betalta public service miðilin, Kringvarp Føroya, eru korini annarleiðis. Har ber ikki til at gera tað sama sum aðrir teitismiðlar, ið bara tendra mikrofonina, tí teir onga redaktión hava, og lata ein uppistandsskemtara loysa frá posabandinum, sum til dømis í tríggjar tímar á Sjómannadø

Eiturkoppaveður

Meðan maðkaveður er kent á bygd og í bý sum slavið veður, tá ið vandi er fyri at maðkur kemur í kjøtið, so er eiturkoppaveður so ókent fyribrigdi, at nú eru stundir at finna uppá tað. Eiturkoppaveður. Framman fyri rútinum er hetta lítla áttaføtta kyktið, araneida , sum ger sær nót at veiða dansandi síðsummarshuldur í. Huldan tyngir netið. Tað sæst best, um ein sponsk sitrón verður løgd á svarta garðin aftanfyri. Eiturfon kallar onkur ta spunnu nótina, sum er púra ópolitisk og uttan maðk. Her sæst hann arbeiða seg niðureftir, eiturkoppurin, í slavnu lýkkuni. Á Syðradalsvegnum sigur hitamátarin í bilinum at hóast klokkan er farin av átta so eru 16 hitastig úti. Farin um rulluportrið Norðuri á Trøð á Velbastað síggi eg, at bøurin er sligin og allir bøndur eru til arbeiðis. Seyðurin ger tað sama, sum hann ger alt árið í kring, etur og etur. Frá Hoygarðinum til Fosdalsá í næsta dali hava teir tendrað ljósini á traktorunum, ið savnað grasið. Traktoregg rópar onkur tað

Ovastevna

Úr  stovuvindeyganum hjá Guðruni og Ivan í Nýggjagørðum er útsýnið sum í einum málningi hjá Steffani Danielsen. Tað er ikki so løgið. Hann búði í grannalagnum í einum húsum, sum eru til vinstru í myndini og nýliga hava verið til sølu. Fólk vita nógvar søgur um Steffan og tiltøk hava verið í bygdini, har málningar úr fleiri húsum hava verið savnaðir og sýndir fram. Tá Havnini fylti hundrað sum fólkavald kommuna í 2009, var framsýning á Látrinum við nøkrum av bestu málningunum hjá Stefani Danielsen, sum Emil Juul Thomsen átti. Í køkinum stákast Guðrun og Beinta við tí besta, sum oyggin kann bjóða  nú ovastevna er. Sekstan svimjarar, teirra millum fýra fransmenn, kasta seg á bláman yvir við Strond at svimja teinin, sum er um seks kilometur, alt eftir hvussu svomið verður við streyminum um fjørðin. Hvør einstakur svimjari hevur ein bát við á ferðini, so trygdin er í lagi. Erlendur Simonsen var fyrstur í land. Málið er Grindin, sum eisini er málað á trillibørina hjá Beintu. U

Kjakmentan - hvat er tað?

Sosialurin ger í kvøld eina góða roynd at varpa ljós á dagsins kjakmentan, og um vit yvirhøvur duga at kjakast. Autentisku dømini, sum eru endurgvin um eina heila opnu í blaðnum prógva, at tað duga vit als ikki. Men so einføld er støðan ikki, at vit kunnu kolldøma føroyska kjakmentan av hesi orsøk. Ikki fyri at bera í bøtuflaka, men at tveita ókvæmisorð til vinstru og høgru, har eitt lættkeypt høvi er, tað hevur verið, er og fer altíð at vera ein atferð í øllum mentanum, sum yvirhøvur hava eitt mál við íbygdari makt, einum sjónligum stættarmuni og býti millum bygd og bý. Blaða vit nakrar síður fram í sama blaði, síggja vit at javnaðarpolitikarar í Havn sleppa at fylla síðuna, sum ovast ber undurfulla frámerkið Kjak , Vikuskiftiskjak. Hetta er als ikki kjak, men valpropaganda nú kommunvalið nærkast. Tí fer man av góðum grundum at ivast í, hvat Sosialurin meinar við, tá hann sigur Kjak og leggur upp til kjak um - kjak. Hinvegin kann forvitni lesarin í dag fegnast um ungar