Her er Øssur Egholm, sum í studio 5 vil hava eitt prát um Náttarravnar , og hvussu tann sendingin bleiv til fyri 25 árum síðani, nú Útvarpið fyllir 60. Kári Olsen tók myndina, og sendingin verður í morgin, hósdag seinrapart, frá klokkan trý til fýra. Fyrst er prát um ætlanina við gomlu sendingini, og tað forarbeiði, sum tá varð gjørt, og so hoyra vit brot úr eini Náttarravnssending á jólum í 1992. Sum eg skilji er hetta onnur av bara tveimum sendingum, sum eru goymdar í savninum. So tit, sum eiga eina Náttarravnssending á kasettubandi úti um landið, goymið tað sum ravnagull. Heðin Arge og eg møttust í flogfarinum úr Danmark, og tosaðu um gamlar og verandi sendingar, og undraðust yvir, at alt lá stilt í Útvarpinum um vikuskiftið, eftir at privatu sjónvarpsfeløgini vóru farin at senda danskar videokasettur kring landið. Tá vit so byrjaðu at senda á heysti í 1992 varð búskaparkreppan og arbeiðsloysið eisini farið at merkjast týðuliga millum fólk. Vit høvdu gjørt eitt uppskot