Sjálvt slow TV , hava norðmenn eitt orð fyri - sakte TV , hvat tá. Eftir at hava varpað ljós, mynd og ljóð á tok, bátar, fuglalív og sálmasang uttan slit frá kirkju til kirkju, so er NRK nú farið undir eina beinleiðis maraton sending í samfullar seks dagar og nætur, har reinsdjórahald hjá sámum er evnið. Einki annað enn reinsdjóradrift, beint av vidda . Her er útgerðin hjá NRK. Umframt at vera ein avbjóðing fyri norska hyggjaran, er hetta eisini ein viðurkenning av sámiska upprunafólkinum, sum á tjóðardegnum 6. februar í ár kundi hátíðarhalda at 100 ár vóru liðin síðan sámar fyrstu ferð høvdu landsfund í Noregi. Her er eitt sámiskt atlas, sum Sámatingið hevur fíggjað og gjørt saman við finska bókaforlagnum Otava og bretska atlasforlagnum Phillips. Niðast er uppslagið, sum vísur Sámaland.