Skip to main content

Posts

Reytt og vitalt

Fríggjadagin bjóðaði Torbjørn Olsen til framsýning við fjúrtan nýggjum verkum, sum í fleiri førum vóru bæði størri og sterkari enn avmálda rúmið í Steinprenti henda dag kundi bera, tí so nógv fólk vóru møtt at síggja virkna koloristin, ið sum eingin annar støðugt prógvar ósvitaligu styrkina í livandi listini. Øll vilja keypa og eftir lítlari løtu eru bara tveir málningar eftir, og ein long røð av bíbilska Emmaus -prentinum eru eisini seld. Tað er langt síðan at Torbjørn hevur havt søluframsýning. Tað er Fríða Matras Brekku, sum tekur ímóti ordrum. Rúmið darrar í reyða litbaðnum, og einu løtuna er sum í grind, tá Zacharias, Tróndur og Anker fella inn í ljóman av erotiskt glógvandi málninginum, sum ber heitið Reyða sofan . Tað er ikki bara reytt, men eisini tølandi vitalt. Jan Andersson beyð vælkomin til søluframsýningina og Drifa Hansen framførdi tveir sangir, sum í seinna førinum veruliga trýstroyndi akustikkin í fylta rúminum, meðan Johanne Andersson spældi und

Hvussu skulu vit, Guds útvalda heimafólk, feysa dagin uttan Ísrael?

Úr Miklagarði hepnaðist í fjør at keypa eina ísraelska SodaStream maskinu við omanfyristandandi frámerki um, at hon er gjørd í besta samstarvi millum arabar og jødar. Og hvat tá. Meir enn 20% av fólkinum í Ísrael eru arabiskir ísraelar, og teirra millum eru fleiri, ið kalla seg ísraelskar palestinar ella palestinskar arabar, tí tey ikki vilja brúka heitið Ísrael. Ja, skismaðið kann verða so ógvusligt, at ensktmæltir skúlar longur eysturi, púra strika Ísrael av kortinum. Í skúlabókini Middle East Atlas er Ísrael strikað av kortinum. Útgávan, sum telur 71 blaðsíður, er ensk og er umbiðin av enskum skúlum við Persaflógvan. Á kortunum er Palestine sett í staðin fyri Israel, og so síggjast Westbank og Gaza. Aftast er yvirlit við londum og fløggum. Millum Ireland og Italy er einki Israel. Í leitorðalistanum stendur gamaní Jerusalem, sum er heilagur býur hjá fleiri átrúnaðum, men Israel er ikki millum leitorðini. Soleiðis kunnu vit sáa split og gera tað, splitið, til kuranta handil

Servering við list í november

Nýggjasta novemberrák í miðbýnum í Havn er servering við list. Ikki tí at hon ikki er list, matgerðin og serveringin í sjálvum sær, men hetta vikuskiftið kundu eygu og oyru eisini njóta hina fagrastu listina afturvið. Í Fútastovu við klassiskum gittarspæli hjá Ólavi Jakobsen úr kubanska filminum Ein dagur í november og í nýggja Víngarðinum í Tróndargøtu við myndlist, sum Kinna Poulsen hevði valt og greiddi frá um undir heitinum Tað góða lívið .  Í Fútastovu greiddi Ólavur frá um langabban, Magnus á Kamarinum, um oldurabban, Jákup á Kamarinum, sum var føddur her í Fútastovu, og tippoldurabban, Magnus í Baianstouvu, sum hevði skúla her í Fútastovu árini 1824-42. - Terroritiore m'est nas important. Sig tað við ein Havnardrong, ið er er uppvaksin her niðri og endaði á parísarakonservatorininum, segði Ólavur, sum er ein so frágerða forteljari, antin tað er stórbær nýggjárskonsert ella eyðmjúkt ostakvøld í Fútastovu. Og so førdi hann okkum av Eystaru vág til kubanska filmin