Um vikuskiftið fekk eg sendandi eina stóra spildurnýggja pólska ferðabók frá Kingu Eysturland í Klaksvík, sum forlagið Tramp í Szczecin gevur út. Samstundis segði Sabina Poulsen úr Søldarfirði mær frá um enn eina nýggja pólska ferðabók um Føroyar, Wyspy Owcze , við undirheitinum z pierwszej ręki , tað er "frá fyrstu hond". Tað er hon, sum sæst omanfyri, Sabina við egnu pólsku bókini um the Archipelago, oyggjarnar Føroyar, sum ferðamál. Mynd: kozadomowa Á Facebook profilinum Wyspy Owcze FO skrivar Sabina: Witajcie z tej strony, Sabina Poulsen. Mieszkam na Wyspach Owczych 15 lat. Mam dwójkę wikingów. Google translate hjálpir mær at skilja: Hey tú, eg eri Sabina Poulsen. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár. Eg eigi tveir víkingar. Sabina er úr lítla býnum Odolanów dygst við Wielkopolska í Póllandi. Nú býr hon í Søldarfirði, har hon rekur Fjordcottage, sum er leigubústaður til í mesta lagi 6 ferðandi. Sabina er útbúgvin námsfrøðingur á lærda háskúlanum í Poznań, hon gongur nógv í før