Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í grøna føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum, árstíðina, sum eisini er spekulativ sniðsmoga og kettulemmur at sleppa ivasomum ætlanum, sum teim fyrstu lutaíbúðunum, út á heiladeyða summarmarknaðin, ta linligu hvannatíðina, millum søkurnar. Men hetta er eisini tíðin at sleppa bumbum, sum bresta, bumm, uttan at nakar varnast. Semja er um, at summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlarnir standa tómir, loftmiðlarnir taka sendingar av skránni, og heiðurskrýndu grindina, sum ókeypis kom frá Várharra, lata vit sleppa í Vestmannasundi. Váðin er eingin. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja, til dømis um festivalar, sum heldur vilja selja øl inni, nú veðrið er so ringt úti. Giti, at onkur summarjournalistur...