Fáir dagar eru síðan kavi lá. Nú er ferða- og summarmánaðurin av øllum byrjaður. Burt er kavi og brúnkargi liturin á bønum. Hiti er komin í slavnu luftina og nú spríkir alt upp í berari grønsku. Mettað gras, ið stendur við, til sligið verður um ólavsøkuleitið, tá sevjugrønskan kann fara úti í tað bláa og skapa blágrønsku. Litirnir í lendinum eru vaknaðir, til teir aftur sovna, og tað gongur hin vegin. Á tí meira ítøkiliga pláninum ganga vit undan í eini heiðurligari roynd at prýða veggir í býnum, meðan mandiga mannskapið við arbeiðstakarum bæði innanfyri og uttanfyri fólkaræðisliga valdu borðini, laga og avlaga veggir, prýða og misprýða miðbýin, so eg fái ilt í estetisku sálina. Størsti bati, eg hómi í leysgivna summarhitanum, nú mjørkin hvarv, og tað sæst at binda lissurnar, sum ein tingmaður segði, er nettupp niðari endin á Tinghúsvegnum. Har er tann størsta verkætlanin at prýða um plágaða miðbýin. Í øðrum borðinum er tað sjálvt parlamentið, ið langt síðan hevur mist skelina og v...