Skip to main content

Gylta Eggið til Skopunar

Sakaris Stórá vann Gylta Eggið á íslendsku filmsstevnuni RIFF 2010

Á altjóða filmsstevnuni Reykjavik International Film Festival (RIFF) vann stuttfilmurin Passasjeren hjá Sakariasi Stórá úr Skopun virðislønina Gylta Eggið fyri best shortfilm by an upcoming director.

Vit ynskja til lukku og vísa til ummæli av Passasjeren, sum er her. Samrøða við leikstjóran er her.

Á filmsstevnuni RIFF verða sýndir 140 filmar úr 29 londum. Í dag er seinasti dagur og tá stevnan endar hava verið tilsamans 350 filmssýningar í 10 dagar. Borgarstjórin Jón Gnarr setti stevnuna í Tjóðleikahúsinum 23. september. Fyrsta stevnudagin vóru 22 sýningar.

Filmurin Le Quattro Volte eftir ítalska leikstjóran Michelangelo Frammartino fekk høvuðsvirðislønina, Gylta Lundan. Filmurin, sum hevur spælifilmslongd, er um seinastu dagarnar í lívinum hjá einum hirða, ið ansar geitum í Kalabria, har suðuri í Italia. Hann kennir deyðan nærkast og savnar dustið av kirkjugólvinum og letur tað út í kelduvatnið, hann drekkur.

Rumenski filmurin Morgen eftir Marian Krisan fekk Virðisløn kirkjunnar, sum verður latin á fimta sinni.

Umframt hópin av sýningum í vanligu biohallunum, eru eisini sýningar í Flogskýli 3 á Reykjavíkar Flogvølli, har bilabio, drive in bio, er við John Waters-filminum Cry Baby við Johnny Depp í høvuðsleiklutinum. Í 73 ára gamla svimjihylinum Sundhöll Reykjavíkur sýna tey Some Like it Hot við Marylin Monroe og Tony Curtis. Til høvið er skrýtt við sandi og pálmum í svimjihøllini.

25.000 fólk, tað er 8% av íslendsku tjóðini, vitjaðu filmsstevnuna, teirra millum fleiri enn 200 gestir úr 22 londum. Áttanda filmsstevnan verður í Reykjavík 22. september til 2.oktober 2011.

Í sambandi við at Havnin í fjørð fylti 100, vórðu lunnar lagdir undir eina framtíðar filmsstevnu í Havnar Bio, sum er einasti biografur í landinum. Hvørt henda stevna, Vársól, verður tikin upp aftur er ikki greitt.