19.5.17

Kom og skriva eina bók!


Í hesum døgum eru sekstan norðurlendskir lærarar á skeið í Føroyum. Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, ið sigur, at tey savnast kring norðurlendskar smábøkur, sum tey sjálvi gera til undirvísing á øllum málum, eisini smámálum, ið vanliga ikki sleppa uppí part.


- Atlantbib.org er ein norðurlendsk verkætlan á netinum, ið eisini er ein bloggur og ein Facebooksíða, har endamálið er savna smáar bøkur í evni til undirvísing, á øllum málum, eisini finskum, sámiskum og grønlendskum. Í løtuni eru flestu bøkur danskar, svenskar, norskar og føroyskar, tí júst hesi lond eru við í verkætlanini, sum er knýtt at Nordplus skipanini, sigur Stefan.

- Bøkurnar eru um staðbundin viðurskifti og kunnu brúkast í lærugreinum sum landafrøði, søgu, náttúru, list, mál og mentan. Bøkurnar, sum vit gera á netinum, týða vit til hini málini, og lesa tær inn sum ljóðbøkur á øllum málum. Á henda hátt kunnu næmingar í til dømis Danmark og øll onnur, sum hava áhuga, lesa um fletting yvirhøvur og um hina víðagitnu sólarmyrkingina í 2015 í Føroyum, og samstundis hoyra málið í brúki. Tú kanst eisini lesa og lurta á egnum máli, so tú skilir innihaldið. Atlantbib.org er ein nonprofit skipan, sum er ókeypis at brúka og krevur einki hald ella login, sigur Stefan, ið hevur ábyrgdina av ætlanini.

- Hugskotið kom fyri trimum árum síðan, sigur Stefan. - Tað var at gera einfaldar fakbøkur, har næmingarnir eru við í bókagerðini heilt frá hugskoti til lidnu bókina. Næmingarnir skriva, finna myndir, fáa brúksloyvi og lesa tekstin inn. Næmingarnir fáa fatur á ektaðum, autentiskum, innihaldi og gerst praktiskir mentanararbeiðari í norðurlendskum mál- og mentanarsamstarvi, sigur Stefan, sum er lærari og skúlabókavørur á Vonsild Skúla í Kolding.

- Her savni eg træðrirnar úr øllum luttakaralondunum. Sum nakað fara vit nú at lata upp fyri, at øll, sum hava hug at skriva eina bók innan teir karmar og møguleikar, vit arbeiða við, kunnu gera vart við seg, og sjálvi gera eina bók. Hevur tú hug, so er at skriva til info@atlantbib.org

Í Skúlanum við Streymin eru tveir lærarar við í verkætlanini. Tær eru Thordis Dahl Hansen og June-Eyð Joensen. Tær vilja hjálpa og vegleiða øllum áhugaðum, so aðrir næmingar í Norðurlondum kunnu fáa ein størri og tíðarrættari kunnleika um Føroyar og føroysk viðurskifti í teirra skúla.

Teir lærarar, sum í hesum døgum eru í Føroyum og vitja skúlar, eru úr Klæbu í Noregi, Halmstad í Svøríki og Kolding í Danmark.